Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Aftur

Dugir tú Betri samskifti?

Eitt spennandi starv bíðar eftir tær á Marknaðar- og samskiftisdeildini í Betri samtakinum. Eitt serføroyskt samtak við nærum 300 starvsfólkum, ið dagliga veitur tænastur til meginpartin av øllum føroyingum.

Vit eru
Á deildini taka vit okkum av allari marknaðarføring av Betri samtakinum og øllum feløgunum í samtakinum: banka, trygging, pensjón og húsamekling. Eisini hevur deildin ábyrgd av uttanhýsis og innanhýsis samskifti í hesum týðandi føroyska samtakinum.

Starvið
Vit sóknast eftir einum royndum og eldhugaðum samskiftisfólki. Í tøttum samstarvi við hini á deildini og við feløgini í samtakinum fert tú m.a. at taka tær av samskiftistilfari, marknaðarføringsátøkum, lýsingartilfari, samskipan, kundaátøkum og miðlan. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur innlit í og royndir við vinnuligum samskifti, gjarna innan fíggjar- ella tryggingarøkið.

Krøv
Vit vænta, at tú:

  • hevur viðkomandi útbúgving og royndir við samskifti og helst marknaðarføring eisini
  • ert sjálvstøðug/ur, men dugir væl at samstarva og at arbeiða í toymi
  • hevur hug og hegni at arbeiða við øllum samskiftismiðlum, bæði siðbundnum og sosialum
  • brennur fyri at seta nýskapandi hugskot í verk
  • hevur ein jaligan hugburð

Vit bjóða
Eitt áhugavert starv í einum samtaki í stórari menning, sum hevur stóran samfelagsligan týdning í Føroyum. Ein spennandi, avbjóðandi og fjølbroyttan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur í stóran mun kanst leggja til rættis.

Er hetta tú? So søk beinanvegin. Spurningar um innihaldið? So vend tær til Dánial Hoydal, leiðara á 348250 / dah@betri.fo. Spurningar um formlig viðurskifti, so er tað Fanny Petersen, HR-leiðari á 348530 / fp@betri.fo.
 
Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum FAG og YTF.
 
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og umsóknir við lívsrensli og avriti av prógvum skulu sendast til starv@betri.fo í seinasta lagi mikudagin 13. juni 2018 kl. 12:00