Lýsing

Ver við til at tryggja elnetið í Føroyum

 

 

Vit sóknast røskum fólki at arbeiða sum montørar á rakstrardeildini hjá Sev. Á rakstrardeildini starvast í løtuni 26 fólk, sum hava drúgvar royndir innan lág- og háspenningsøkið, og sum fegin læra frá sær. Rakstrardeildin røkir uppgávur um allar Føroyar, og tí arbeiða starvsfólkini á deildini runt alt landið.

 

Starvið

Talan er um eitt spennandi starv við sera fjølbroyttum arbeiðsuppgávum sum t.d. nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum. Á rakstrardeildini eru dagarnir sjáldan eins. Eina dagin kanst tú draga káplar í einum tunli undir havsins botni, og næsta dagin stendur tú ovast í eini elmastur í føroysku fjøllunum. Alt landið er arbeiðsstaður tín, og tí kann talan verða um skiftandi arbeiðstíðir og nakað av ferðing kann koma fyri.

 

Vit ímynda okkum, at tú hevur fjølbroyttar og viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú aftrar teg ikki við at fara undir nýggjar avbjóðingar og tú trívist við at arbeiða úti í frískari luft. Vit vænta somuleiðis, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil, og ynskiligt, at tú ert elektrikari. Tað er fyrimunur, men ikki krav, at tú ert væl fyri kropsliga og ikki ræðist hæddir.

 

Sev

Vit bjóða tær:

  • upplæring,
  • ávirkan á egið arbeiði,
    viðkomandi skeið. 

Vit er av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.

 

Løn

Starvið verður lønt sambært avvarðandi sáttmála.

 

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Jógvani Kristoffersen, økisleiðara, á telefon 219010 ella Jákup Martini á Válinum, deildarleiðara á rakstrardeildini á telefon 594795. Umsóknarfreistin er 19. juni 2024.

Send umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum til: starv@sev.fo, viðmerk: Montørur

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

 

Aftur
Leiðari til deildina í Klaksvík
Umsóknarfreist:
21. sep 2025
Røktarstarvs­fólk til Uppistovu
Umsóknarfreist:
25. sep 2025
Klinikkassistentur /­ hjálpar­fólk
Umsóknarfreist:
9. okt 2025
Neta- og trolfólk til SÍLNET
Umsóknarfreist:
24. okt 2025
Meistarar til Bakkanes og Hans á Bakka
Umsóknarfreist:
22. sep 2025
Røktarstarvs­fólk til Heimatænastuna – en…
Umsóknarfreist:
25. sep 2025