Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Aftur

Bakkafrost søkir maskinmeistara/elektrikara til smoltstøðina á Viðareiði

Kundi tú hugsa tær eina yrkisleið sum maskinmeistari á smoltstøðini á Viðareiði? Tú verður partur av eini fyritøku, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða.

Virksemið hjá Bakkafrost er í støðugari menning og vit søkja ein ágrýtnan maskinmeistara til smoltstøðina á Viðareiði at seta í starv sum skjótast.

Arbeiðsøki
Á smoltstøðini starvast 11 starvsfólk. Sum maskinmeistari verður tú partur av einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt til at seta út í sjógvalingina hjá Bakkafrost.

Arbeiðið sum maskinmeistari á smoltstøðini er avbjóðandi og fjølbroytt, og aftaná upplæring kemur tú m.a. at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur:

  • Arbeiði við og viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.
  • Arbeiði við Luft, Oxygen og UV-skipan
  • Køliskipan
  • Ymiskar stýrisskipanir
  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldskipan (OPUS)
  • Ymiskt fyrifallandi smiðjuarbeiði
  • Røkt av fiski
  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Tú hevur ábyrgdina av øllum vanligum maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, umvælingararbeiði og viðlíkahald av øllum maskinum á smoltstøðini. Vit vænta, at tú gert títt besta og at øll tól verða væl viðlíkahildin og koyra væl.

Tín vangamynd
Tú ert útbúgvin maskinmeistari/elektrikari, ella hevur líknandi útbúgving og viðkomandi royndir. Sum persónur ert tú væl skipaður, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sigurð Jacobsen, formann, á tel. 23 50 88 (t-bræv sija@bakkafrost.com) ella til Jógvan F. Hansen, maskinmann á tel. 235084.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða send við t-brævi til hr@bakkafrost.com.

Umsóknarfreistin er mánadagin 18. juni 2018.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

· · · · ·

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.

www.bakkafrost.com