Lýsing

Leiðari til frystigoymslu hjá Faroe Ship

 

Faroe Ship leitar eftir álítandi og fyrikomandi leiðara til frystigoymslu og terminal okkara í Ánunum.

Frystigoymlan er útbygd fyri stuttum, og hon er í dag ein av stóru frystigoymslunum í landinum. Umframt leiðaran eru trý starvsfólk knýtt at húsinum. Talan er um fulltíðarstarv, har roknast kann við nakað av úrtíðararbeiði.

Arbeiðið á terminalinum umfatar avgreiðslu av skipum, landing av skipum, mótttøku og útflýggjan av vørum og annað arbeiði tengt at flutningi. Hetta merkir, at tú fert at samskifta við skipini, leggja arbeiðið til rættis, tryggja burðardyggar loysnir, og skipa raksturin á mest lønsaman hátt. Eisini verður tú andlitið hjá Faroe Ship í norðurøkinum og fert at hava tætt tilknýti til vinnulívið í økinum.

 

Førleikar

Vit vænta, at tú ert ágrýtin, hevur eitt lætt lyndi og hugsar skjótt, men samstundis hevur nærlagni og bindindi til at gera tingini ordiliga, tí góðska og tænasta hava stóran týdning í starvinum. Tú megnar ein gerandisdag har nógv hendir í senn, og tú dugir at finna bestu loysnirnar fyri kundan. Avrik, samtarv og álit eru virði, sum vit seta høgt, umframt forvitni at seta seg inn í nýggj viðurskifti. Neyðugt er eisini við ávísum fleksibiliteti, tí stundum gera ávirkanir seg galdandi, sum tú ikki hevur ræði á. Fyrimunur er, um umsøkjarin hevur

  • Royndir frá frystihús- ella goymsluarbeiði
  • Kunnleika til farmaflutning
  • Trukkloyvi
  • Koyrikort til persónbil
  • Góðan teldukunnleika
  • Góðan málsligan førleika í føroyskum, enskum og norðurlendskum máli

 

Starvsetan og treytir

Starvsbyrjan er 1. august ella skjótast til ber. Løn sambært avtvalu.

 

Freistin at søkja

Umsóknarfreistin er sunnudagin 21. juli. Umsóknir saman við CV skulu sendast til jobs@faroeship.fo. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Fróða Løkságarð, rakstrarleiðara, á tel 549080 ella senda ein fyrispurning á frl@faroeship.fo.

 

Um Faroe Ship

Faroe Ship er sterkt flutningsfelag í norðurhøvum, og vit stremba eftir at veita bestu og skjótastu tænastuna. Vit hava deildir í Ánunum, Tvøroyri og Tórshavn, har høvuðsskrivstovan er. Umleið 100 starvsfólk eru knýtt at Faroe Ship.

Vit virka í einum spennandi altjóða umhvørvi, har broytingar henda javnan, og hvør dagur hevur nýggjar avbjóðingar

Faroe Ship er partur av Eimskip samtakinum og samstarvar við feløg um allan heim.

 

Aftur
Frítíðar­skúlin/­Samspí­rin í Nes kommunu s…
Umsóknarfreist:
22. okt 2024
Lestrarstarv á HR- og Fyrisitingardeildi…
Umsóknarfreist:
28. okt 2024
KT verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
10. nov 2024
Tekniskur varaleiðari til framleiðsluvir…
Umsóknarfreist:
1. nov 2024
Stjóri til Tjóðsavnið
Umsóknarfreist:
1. nov 2024