Starvsfólk til Umlættingarheimið Dáin í Klaksvík
Umlættingarheimið Dáin ein samdøgurstovnur, umframt eitt frítíðartilboð til børn í skúlaaldri. Frítíðartilboði er opið mánadag til fríggjadag frá kl. 11.00 til 17.00.
Í Dáan koma børn, ung, vaksin og eldri menningartarnað til umlætting í styttri ella longri tíðarskeið. Talan er um bæði skipaða umlætting,har ávísir bólkar eru,og umlætting har fleiri aldursbólkar eru umboðaðir samstundis. Arbeitt verður gerandisdagar og í vikuskiftum, dag-, kvøld - og náttarvakt.
Søkt verður eftir:
Námsfrøðingi at arbeiða 25 tímar um vikuna í frítíðartilboðnum , at byrja 4. September ella eftir nærri avtalu . Møguleiki er at fáa fleiri tímar.
Avloysara annars, at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgáva:
Starvsfólkini skulu virka fyri at borgarnir fáa neyðugan stuðul og umsorgan, soleiðis at tey fáa ein tryggan og mennandi gerandisdag .
Vit taka støði í einstaka borgaranum, soleiðis at hann fær bestu umstøður at mennast og fær umsorgan, ið er bygt á javnvirðið, á høgum námsfrøðiligum støði.
Vit skulu skapa eitt umhvørvi, har sosial samvera, tryggleiki og lívsvirði eru í hásæti .
Vit vegleiða og stuðla borgar a num í vanligum dagligum virki og taka atlit til hvat borgarin megnar .
Førleikar
Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari útbúgving.
Um eingin við omanfyrinevndu útbúgving søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarka starv.
Væntanir
Vit vænta at umsøkjarin leggur dent á gott samskiftið við borgarar, avvarðandi, starvsfólk og myndugleikar – eitt samskifti bygt á javnvirði og gjøgnumskygni, og kann arbeiða sjálvstøðugt.
Harumframt verður vænta at umsøkjarar eru væl fyri sálarliga, likamliga og fakliga, og hava vanligan KT- førleika.
Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur arbeiðsgevarin skyldu at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Setunar - og lønarviðurskiftir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Flokkingin er frá stig 11 – 24.
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum kann sendast okkum umvegis teldupost dain@av.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagið týsdagin 29. aug. 2023.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Joan Midjord, leiðara á tlf. 297750, ella Vinni Lilaa, varaleiðara á tlf. 297751, gerandisdagar, kl. 10.00 – 16.00.
Umlættingarheimið Dáin
Mýrivegur 11
FO-700 Klaksvík
30. jun 2026
20. jun 2026
6. jul 2026
25. jun 2026
28. jun 2026
2. jul 2026
25. jun 2026
29. jun 2026
28. jun 2026
21. jun 2026