Heilsutrygd søkir eftir frítíðaravloysarum

Heilsutrygd søkir eftir frítíðaravloysarum at arbeiða í kommunulæknaviðtalum í Streymoynni summarið 2018

Talan er um frítíðaravloysarar fyri viðtalustarvsfólk í summar. Vit hava tørv á

  • einum frítíðaravloysara í Vestmanna í juli og august.
  • einum frítíðaravloysara í Miðlon í august.

Størvini
Talan er um fulla tíð, tó kann onnur avtala gerast.


Vit ímynda okkum, at tú ert læknaskrivari, sjúkrarøktarfrøðingur ella hevur tilsvarandi útbúgving. Tær dámar væl at hava fleiri bóltar í luftini í senn og at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeiðsroyndir hjá kommunulækna ella líknandi. Royndir við talgildu heilsuskipanini er eisini ein fyrimunur.

Um neyðugt, so fært tú upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmálum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-710 Klaksvík

ella til t-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu umsóknir verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. juni 2018 kl. 10:00.

Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til John D. Olsen, fulltrúa á Heilsutrygd, á tlf. 614010.

Aftur
Maskinførari til norð­urøkið hjá Landsver…
Umsóknarfreist:
22. jan 2019
Múrarar til ArtiCon
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
Goymslu­fólk til Føroya Bjór
Umsóknarfreist:
1. feb 2019
Almanna­mála­ráðið søkir eftir tveimum ful…
Umsóknarfreist:
22. jan 2019
10 handverkarar til timbur­arbeiði hjá Ar…
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
FRÍYRKIS-STÝRIMENN (M/­K) TIL ATLANTIC AI…
Umsóknarfreist:
26. jan 2019
Arbeiðsleiðari til betong­arbeiði hjá Art…
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
Førari til betongpumpubil
Umsóknarfreist:
25. jan 2019
Fulltrúar til Heilsu- og innlendismálará…
Umsóknarfreist:
21. jan 2019
Kanjon søkir eftir byggifrøðingi ella ve…
Umsóknarfreist:
25. jan 2019