Lýsing

Lýsing eftir løgfrøðingi

Áhugavert og fjølbroytt starv sum løgfrøðingur leyst at søkja í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum til setanar skjótast gjørligt.

 

Starvi

Talan er um eitt fulltíðarstarv í einum spennandi politiskum arbeiðsumhvørvi. Løgfrøðingurin arbeiðir á Fakdeildini við løgfrøðiligum málum innan barnaøkið, harundir barnaverndarøkið. Uppgávurnar í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum eru bæði fjølbroyttar og áhugaverdar. Høvuðsuppgávurnar eru m.a. hesar:

 

-        Lóggávumenning – at taka lut í fyrireikingini av lógar- og kunngerðaruppskotum og regluverki

-        at tulka lógir, kunngerðir og reglur

-        at veita leiðslu og starvsfólkum í ráðnum løgfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing

-        at viðgera kærur í samráð við aðrar partar í ráðnum

-        løgfrøðiliga at  góðskutryggja málsøki ráðsins í síni heild

-        at svara fyrispurningum frá Løgtinginum

-        at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi

-        at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til

 

Førleikakrøv

Umsøkjari  til starvið skal hava løgfrøðiligt embætisprógv, cand.jur., ella javnbjóðis prógv, vera skipaður og duga væl at orða seg á føroyskum og skandinaviskum, bæði í skrift og talu.

Talan er um sjálvstøðugt arbeiði, umframt at arbeiða í toymi og arbeiðsbólkum. Tú skalt vera tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hava góð samstarvsevni. Tú skalt hava førleika at seta teg inn í nýggj viðurskifti og duga at miðla hetta víðari til onnur. Eisini mást tú vera før/ur fyri at kunna arbeiða undir einum ávísum trýsti. Tú skalt hava góð analytisk evni umframt politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum í síni heild eins og førleikar í fremmandamáli, serliga enskum.

 

Vit bjóða

Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.

 

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanarøkið fevnir um øll stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir teirra.

 

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

 

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

J. H. Schrøtersgøta 7

110 Tórshavn

ella við telduposti til: bumr@bumr.fo

 

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 11. august 2024. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Elsu Østergaard, deildarstjóra, á tlf. 555004 ella t-post elsao@bumr.fo.

Aftur
Maskin­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026
Samskiftis­fólk til marknaðardeild­ina hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Vaktar­fólk til lívfiskastøð­ina í Svínoy
Umsóknarfreist:
12. apr 2026
Húsasmiðir til Norð­urøkið
Umsóknarfreist:
7. apr 2026
Maskinmeistari til grønu orkuverk­ini hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Bakkafrost sóknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
1. apr 2026
Handilslærl­ingur til Telebúðir­nar í Klak…
Umsóknarfreist:
6. apr 2026
Løgfrøð­ingur til Umhvørvis­stovuna
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Byrja tína yrkisleið sum bankanæm­ingur í…
Umsóknarfreist:
28. apr 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026