Lýsing
Aftur

Sankta Jósefs Barnagarður søkir eftir námsfrøðingi

Hevur tú hug at gerast partur av okkara starvsfólkahópi?

Okkum tørvar:

  • 1 námsfrøðing at starvast 30 tímar um vikuna

Starvið verður sett frá 6. August 2018 ella eftir nærri avtalu.

Sum námsfrøðingur verður tú knýttur at einari av stovum okkara, har tú kemur at arbeiða tætt saman við hinum starvsfólkunum í toyminum, eins og tú kemur at samstarva tvørtur um toymi. Dentur verður lagdur á hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum.

Vit vænta, at tú sum námsfrøðingur, kanst virka á einum høgum fakligum stigi, í trá við námsætlan stovnsins, í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur.

Um skikkaður námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Eyðnu Joensen, stovnsleiðara ella til Magnu í Stórustovu varaleiðara tlf. 312854 ella 212851. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit kunnu bjóða
Sankta Jósefs Barnagarður er mitt í býnum, við góðum uttandura leikumhvørvi, dygst við vøggustovu, skúla og viðarlund. Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv við vælvirkandi starvsfólkatoymum og einum fjølbroyttum gerandisdegi.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn, saman við prógvi, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum, verður send til:

sktjosef@olivant.fo

Frámerki: ”umsókn námsfrøðingur”.

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 18. juni 2018