Lýsing

Djóralækni til Veterinerdeildina

 

 

Vit sóknast eftir djóralækna til fast starv, sum embætisdjóralækni á Veterinerdeildini, at byrja skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Arbeiðsstaður er á skrivstovuni í Havn, og á eftirlitsvitjanum á sjógvi og landi kring allar Føroyar.

 

Arbeiðsuppgávur

  • Eftirlit, sjúkuyvirvøka og sýnistøka av vinnuligum djórahaldi á landi og í alivinnuni
  • Fyrisiting og málsviðgerð eftir galdandi lógum og reglum um djóravælferð og sjúkufyribyrgjandi rakstri
  • Innflutningur og útflutningur av livandi djórum
  • Aðrar veterinerar uppgávur ið hoyra til stovnin, td. djóravælferðarmál

 

Krøv til útbúgving og aðrar viðkomandi førleikar

  • Djóralækni. Tú ert eisini vælkomin at søkja starvið, um tú júst ert útbúgvin, ella er nær við at vera liðugur við útbúgvingina
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum ella á skandinaviskum máli
  • Dugir at samskifta á enskum
  • Hevur góðan telduførleika
  • Koyrikort

Tú dugir at arbeiða í toymi og sjálvstøðugt. Vit leita eftir starvsfelaga sum vísir initiativ, trívist væl við skiftandi arbeiðsuppgávum, og hevur góð evni at samskifta greitt og og týðiligt.

 

Um okkum

Høvuðsuppgávurnar hjá Veterinerdeildini eru at tryggja góða djóra- og fiskavælferð. Á deildini eru nýggju starvsfólk, og av hesum eru tríggir djóralæknar og ein fiskaheilsulívfrøðingur. Á stovninum starvast tilsamans seks djóralæknar ið samstarva fakliga, og luttaka í vaktarskipanum fyri embætisdjóralæknar.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur m.a. matvøru-, djórasjúku- og alilógina. Stovnurin rekur eisini kanningarstovu í hesum sambandi. Á Heilsufrøðiliga starvsstovuni arbeiða á leið 50 starvsfólk við ymiskum útbúgvingum og royndum.

Vit bjóða eitt spennandi starv, sum fakliga fevnir breitt, og hevur stóran samfelagsligan týdning. Tú gerst partur av einari deild við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum, ið samstarvar um ymisku uppgávurnar. Góðir møguleikar eru fyri førleikamenning.

 

Løn og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv, og lønin verður ásett sambært sáttmála millum Akademikarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Løggildir djóralæknar fáa harafturat lønarviðbót.

 

Umsókn

Umsóknir til starvið skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti til hfs@hfs.fo, ella til Smyrilsveg 7, 2. hædd, FO-100 Tórshavn. Viðheft grundgivna umsókn, lívsrensl, avrit av prógvi, møgulig viðmæli og tilvísingar.

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 15. september 2024. Umsóknir verða viðgjørdar í vikunum 38 og 39, og tá verður eisini skipað fyri møguligum setanarsamrøðum.

 

Meira fæst at vita við at venda sær til Jógvan Páll Fjallsbak, deildarleiðara á Veterinerdeildini tlf. 556400, ella við t-posti til jpf@hfs.fo

Aftur
Alimennari
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Barnahúsið IMBA: Vit søkja eftir 3 starv…
Umsóknarfreist:
22. des 2025
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Námsfrøð­ingur til Mylnuhúsið
Umsóknarfreist:
17. des 2025
Maskin­fólk ella teknikari til Vestpack
Umsóknarfreist:
21. des 2025
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026