Lýsing

Landsgrannskoðanin søkir grannskoðara í tíðaravmarkað starv

 

Søkt verður eftir grannskoðara í eitt farloyvisstarv at byrja 1. november 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, og starvstíðin er 1 ár.

Arbeiðið á Landsgrannskoðanini er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt og fevnir um at grannskoða almennar stovnar og skipanir.

Tann, sum verður settur, skal hava hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap, løgfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving og duga væl at skriva, serliga á føroyskum. Fyrimunur er at hava royndir innan almenna ella privata fyrisiting.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

 

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til:

Landsgrannskoðanina

Traðargøta 43

Postrúm 2053

165  Argir

ella í telduposti til: postur@lg.fo

 

Freistin at søkja starvið er 20. oktober 2024. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jens Johan Dam, á tlf. 355100 ella 290103. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

 
 

LANDSGRANNSKOÐANIN er ein óheftur stovnur undir Løgtinginum, sum virkar sambært Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 ”um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.”

Aftur
Bakkafrost søkir eftir summar­feriuavloys…
Umsóknarfreist:
16. jun 2026
Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákoll…
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Starvs­fólk til Baldursbrá (longd freist)
Umsóknarfreist:
10. jun 2026
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Skrivstovu­fólk til bókhaldi hjá Klaksvík…
Umsóknarfreist:
21. jun 2026
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Verkætlanarleiðari til Bústaðir
Umsóknarfreist:
7. jun 2026
Vit sóknast eftir køksfólki
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Starvslýsing skúlaárið 2026/­27
Umsóknarfreist:
12. jun 2026