Stjóri til Tjóðsavnið
Søkt verður eftir einum framskygdum og virkisfúsum stjóra, at standa á odda fyri Tjóðsavninum.
Høvuðsuppgávur
Høvuðsuppgávan hjá stjóranum er framhaldandi at menna Tjóðsavnið sum eitt viðkomandi og spennandi savn, ið er atkomuligt hjá øllum, sum kveikir og er ein kelda til íblástur, gransking og vitan.
Stjórin skal standa á odda fyri og varða av virksemi stovnsins, starvsfólki, hølisviðurskiftum, fíggjarviðurskiftum og myndugleikauppgávum í samsvari við lógarásetingar á økinum. Stjórin skal kunna vísa á nýggjar leiðir og megna at flyta virkisøkið fram á leið.
Tjóðsavnið er stovnur undir landsstýrinum. Stovnurin er ein fjølbroyttur vitanar- og granskingarstovnur, har høvuðsuppgávurnar eru:
- At savna, skráseta, varðveita, granska og miðla føroyskan mentanararv og siðarv,
- at granska, skjalprógva og breiða út vitan um ta livandi føroysku náttúruna í fortíð, nútíð og framtíð,
- at sýna fram og miðla vitan um mentan og náttúru,
- at breiða út kunnleika um savnið og virkisøkið tess,
- at veita almenninginum, stovnum, granskarum og øðrum ráðgeving og savnstænastur,
- at styrkja sambond við viðkomandi partar innan náttúru- og mentanararv innlendis og uttanlands,
- at útinna myndugleika í sambandi við friðing av hvali, fuglaveiðu og ræning av eggum,
- at útinna myndugleika viðv. fornlutum í havinum, friðaðum kirkjum, bygningum, jarðfestum fornminnum, kringliggjandi økjum o.ø.,
- at umsita myndugleikauppgávur, ið verða lagdar til stovnin, eitt nú stuðulsveiting og at hava eftirlit við bygdasøvnum og mentanarsøguligum skipum,
- at standa á odda fyri ymiskum verkætlanum hjá Tjóðsavninum, eitt nú Koltursætlanini, Lendisbata, bakkaverjum, Kirkjubømúrinum og Hvalastøðini við Áir og
- at søkja stuðul frá grunnum til ymiskar verkætlanir, ið hava til endamáls at varðveita føroyska mentanararvin.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi hægri akademiska útbúgving.
Tað er ynskiligt, at umsøkjarar hava viðkomandi leiðsluútbúgving ella hollar royndir at leiða, eins og tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur hollan kunnleika til og arbeiðsroyndir á savnsøkinum.
Persónlig førleikakrøv
Umráðandi er, at tann, sum verður settur:
- Hevur góð leiðslu- og samstarvsevni, • hevur ein mennandi, savnandi og kveikjandi leiðslustíl,
- hevur góðar samskiftisførleikar í skrift og talu,
- hevur fyrisitingarligar førleikar og politiskt tev,
- er greiður og dugir at hugsa sjálvstøðugt og at koma við loysnum,
- er ágrýtin og tænastusinnaður,
- er til reiðar at taka truplar avgerðir,
- er til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar,
- er opin og útvendur í sínum virksemi, og
- dugir at røkja samband og
- at samstarva við aðrar viðkomandi myndugleikar og áhugapartar.
Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fast starv. Starvið verður lønt í 37. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag
Landsins tó uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15%, ið kemur afturat lønini. Setanarøkið er Almanna- og mentamálaráðið, hini stjórnarráðini og stovnar undir stjórnarráðunum. Tænastustaðurin er í løtuni Tjóðsavnið.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, cv og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Almanna- og mentamálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
ella umsokn@ammr.fo viðmerk: Stjóri til Tjóðsavnið
Umsóknir skulu vera ráðnum í hendi í seinasta lagi 1. november 2024 kl. 12.00. Starvið verður sett frá og við 1. januar 2025.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, tel.: 734049; ella Torkil V. Rasmussen, deildarstjóra, tel.: 555046.
6. jan 2025
3. jan 2025
2. feb 2025
7. jan 2025
1. jan 2025