Lýsing

Skrivstovulærling til Navigare Shipping

 

Er tú klár/ur at byrja tína yrkisleið í einum altjóða og spennandi arbeiðsumhvørvi?

Navigare Shipping sóknast eftir einum skrivstovulærlingi til okkara fíggjardeild. Hetta er eitt gylt høvi fyri teg, sum ynskir at menna teg innan skrivstovuyrkið og læra um bókhald í einum altjóða felagi.


Lærupláss hjá Navigare Shipping

 

Vit bjóða tær:

Eitt spennandi lærupláss, sum skal menna teg á tíni yrkisleið.

Gott innlit í ymiskar telduskipanir, sum verða nýttar í bókhaldi og fíggjararbeiði.

Upplæring í bókhaldsuppgávum og øðrum skrivstovuuppgávum, sum eru grundleggjandi fyri at skilja altjóða fíggjararbeiði.


Vit vænta at tú:

  • Hevur miðnámsprógv og hollar telduførleikar.
  • Ert fyrikomandi og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi.
  • Ert væl skipað/ur og hevur áhuga í skiftandi arbeiðsuppgávum.
  • Dugir væl føroyskt, danskt og enskt – bæði í skrift og talu.


Setan og lærutíð:

Lærutíðin er 2-3 ár fyri fulltíðarstarv.

Arbeiðsstaðurin er í Søldafirði, meðan skúlagongdin í lærutíðini verður á Glasi í Tórshavn.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Samverk og FAG.

Vit ynskja, at starvið verður sett skjótast gjørligt.


Umsókn, løn og setan:

Vit bjóða eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við góðari upplæring og møguleika fyri at arbeiða saman við eldhugaðum starvsfólkum.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum, skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3. januar kl. 15.00. Send umsóknina umvegis teldupost til jjo@navigare.fo.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Arna Rasmussen, fíggjarstjóra, á tlf. 523013, ella við telduposti ar@navigare.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Aftur
Bakkafrost sóknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
1. apr 2026
Vilt tú byggja nakað, sum hevur týdning?…
Umsóknarfreist:
7. apr 2026
Samskiftis­fólk til marknaðardeild­ina hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Gigni søkir heilsu­frøð­ingar/­sjúkrarøktar…
Umsóknarfreist:
27. mar 2026
Maskinmeistari til grønu orkuverk­ini hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026