Lýsing

Arbeiðsfólk til Nes kommunu

 

 

Søkt verður eftir arbeiðsfólki til Nes kommunu at byrja 17. februar 2025 ella eftir nærri avtalu.

 

Arbeiðsuppgávur:

Saman við tekniska toyminum taka sær av dagliga viðlíkahaldinum av vatn- og kloakkleiðingum, vegum, gongubreytum og øðrum fyrifallandi uppgávum.

Eftir tørvi loysa av og hjálpa til við ymsum húsavarðauppgávum.

Starvsfólkið hevur tilvísing til arbeiðsformannin í tekniska toyminum.  

 

Vit ynskja ein starvsfelaga, sum:

  • Er álítandi, stundisligur, nærlagdur og samstarvssinnaður
  • Setur arbeiðssemi og røkisskap í hásæti
  • Hevur góðar førleikar at gera ymisk viðlíkahaldsarbeiði
  • Hevur koyrikoyrt til vanligan bil
  • Hevur royndir/førleikar at koyra smærri arbeiðsmaskinur, tó ikki ein treyt
  • Av og á tolir skiftandi arbeiðstíðir
  • Dugir væl at síggja møguleikar heldur enn forðingar

 

Setanarviðurskifti:

Lønin og setanarviðurskiftini verða ásett sambært sáttmála  millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Umsókn við upplýsingum um royndir, møguliga útbúgving og viðmæli skal sendast til

Nes kommunu
Toftavegur 3
650 Toftir

ella við telduposti til nes@nes.fo

 

Umsóknirnar skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 07. januar. Um ov fáar umsóknir koma inn, tilskilar Nes kommuna sær rætt til at lýsa størvini av nýggjum.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Anfinn í Toft, leiðara á Teknisku deild, tlf. 565011, ella Jan Petersen, arbeiðsformann, á tlf. 565002.

Nes kommuna

Aftur
Løgfrøð­ingur til Klaksvíkar kommunu
Umsóknarfreist:
6. jan 2025
Stjóri til Tjóðpall Føroya 
Umsóknarfreist:
1. jan 2025
Starv sum kunningar­fólk í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
3. jan 2025
Deildarleiðari til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
2. feb 2025
Bókhaldari/­skrivstovu­fólk til Navigare S…
Umsóknarfreist:
3. jan 2025
Lands­grannskoðanin søkir vaskifólk til t…
Umsóknarfreist:
23. des 2024
Arbeiðs­fólk til Nes kommunu
Umsóknarfreist:
7. jan 2025
Skrivstovulærling til Navigare Shipping
Umsóknarfreist:
3. jan 2025