Lýsing

Søkt verður eftir starvsfólkið til ruskplássið í Haraldssundi

 

Um IRF og starvið:

IRF skal virka fyri, at kunna lata komandi ættarliðum Føroya betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás.

IRF hevur sett fýra høvðusmál á skrá:

  1. Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla
  2. Reint havumhvørvi
  3. Grøn og skynsom orkunýtsla
  4. Eitt av Føroya bestu arbeiðsplássum

Tað er umráðandi at umsøkjari:

  • kann arbeiða sjálvstøðugt er røkin
  • er álítandi
  • er jalig/ur
  • er fyrikomandi

Uppgávunar eru í høvuðsheitinum at hjálpa og vegleiða borgarum at skilja burturkastið, annars alt fyrifallandi á staðnum.
Umráðandi er at umsøkjari ynskir at arbeiða fyri teimum fýra omanfyrinevndu høvðusmálum hjá IRF.

Søkt verður eftir arbeiðsfólkið at arbeiða áleið 10 tímar um vikuna.

Starvsstaðurin er Haraldssund.

 

Setunarviðurskifti:

Starvið verður løn sambært sáttmálanum í Føroya arbeiðsgevarafelag millum Klaksvíkar arbeiðsmanna- og kvinnufelag.

Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til Ólavur F. Nybo, borgarstjóra á tlf. 459900

 

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. januar 2025.

Tú søkir starvið við at senda teldupost á kunoy@kunoy.fo viðmerk starvsumsókn.

Vit strika tínar upplýsingar, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tínar upplýsingar verða sum oftast
goymdar líka leingi sum sjálvt málið, ið upplýsingarnar eru partur av.

Aftur
Gigni søkir heilsu­frøð­ingar/­sjúkrarøktar…
Umsóknarfreist:
27. mar 2026
Samskiftis­fólk til marknaðardeild­ina hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Vilt tú byggja nakað, sum hevur týdning?…
Umsóknarfreist:
7. apr 2026
Maskinmeistari til grønu orkuverk­ini hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Bakkafrost sóknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
1. apr 2026