Lýsing

Skrivari til tíðaravmarkað starv hjá Kunoyar kommunu

 

Vit sóknast eftir dugnaligum og nærlagdum fólki til kommunuskrivara hjá Kunoyar kommunu. Starvið er
tíðaravmarkað til eitt ár.

 

Starvið:

Søkt verður eftir skrivstovufólki til Kunoyar kommunu at byrja 1. Apríl 2025.

 

Høvuðsarbeiðsuppgávur:

  • Málsviðgerð
  • Umsita journalskipan
  • Telefonavgreiðsla
  • Samskifti við borgara
  • Alt vanligt skrivstovuarbeiði
     

Førleikakrøv:

  • Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
     

Royndir:

  • Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur royndir innan almenna fyrisiting.
     

Persónligir eginleikar:

Umsøkjari skal hava góð samstarvsevni og kunna arbeiða sjálvstøðugt, umframt at hon/hann skal vera
álítandi og fyrikomandi.

 

Løn og setanartreytir:

Starvið er hálvtíðarstarv og verður sett og lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag og
Starvsfelagið.

 

Umsóknir:

Umsóknir v.m. skulu sendast til:

kunoy@kunoy.fo og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. februar kl. 12.00.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til borgarstjóran Ólavur Nybo á tlf. 459900

Aftur
Gigni søkir heilsu­frøð­ingar/­sjúkrarøktar…
Umsóknarfreist:
27. mar 2026
Samskiftis­fólk til marknaðardeild­ina hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Vilt tú byggja nakað, sum hevur týdning?…
Umsóknarfreist:
7. apr 2026
Maskinmeistari til grønu orkuverk­ini hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Bakkafrost sóknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
1. apr 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026