Lýsing

Fakligur skrivari til Etiska ráðið

 

 

Søkt verður eftir fakligum skrivara til Etiska ráðið. Talan er um hálvtíðarstarv.

 

Arbeiðsuppgávur

Etiska ráðið skal fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Tín uppgáva í hesum sambandi verður m.a. at savna inn tilfar og greina tað fyri ráðnum.

 

Etiska ráðið skal skipa fyri ráðstevnum, evnisdøgum og kjakfundum fyri at varpa ljós á aktuellar etiskar spurningar. Tín uppgáva verður at skipa fyri teimum átøkum og tiltøkum, sum ráðið ynskir at seta á skrá og at miðla hesi.

 

Etiska ráðið skal lata úr hondum minst eina frágreiðing um árið. Tín uppgáva verður at skriva frágreiðingarnar í samstarvi við ráðið.

 

Etiska ráðið hevur egna skrivstovu (fyribils í Heilsumálaráðnum). Tín uppgáva er at umsita skrivstovuna og tess samskifti, skipa fyri fundum saman við ráðnum, vera tess ráðgevi og skriva fundarfrásagnir og vera við at fremja tað, sum samtykt verður.

 

Útbúgvingarkrøv

Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni.

 

Vit vænta at

  • Tú hevur góðan kunnleika til samfelagsviðurskifti
  • Tú hevur góð samstarvsevnir og ert arbeiðssom/-samur
  • Tú hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert praktisk/-ur og væl skipað/-ur
  • Tú hevur góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
  • Tú hevur góðan kunnleika innan miðlan
  • Tú hevur royndir innan málsviðgerð, journalrøkt, KT og bókhald
  • Tú kanst arbeiða skiftistíðir
  • Royndir innan almenna fyrisiting er ein fyrimunur men ikki eitt krav

 

Vit bjóða tær

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv, verða partur av einum etiskum ráði í menning og hava høvi at læra og mennast á fleiri økjum.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum. Tann, ið settur verður, vísir í starvinum til formannin í Etiska ráðnum. Starvsbyrjan er 1. apríl 2025 ella skjótast gjørligt.

 

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Etiska ráðnum í hendi í seinasta lagi týsdagin 21. februar 2025 kl. 12.00.

 

Umsóknir skulu sendast í telduposti til er@er.fo. Fyrispurningar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Berg Debes Joensen, formaður í Etiska ráðnum, á tel. 237331.

 

Etiska ráðið hevur til endamáls, at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Harumframt hevur Etiska ráðið til endamáls at gera almennar myndugleikar og borgarar betur førar fyri at taka støðu í etiskum spurningum. Ráðið er við til at byggja upp almenna vitan og førleikar um etiskar spurningar í Føroyum. Í Etiska ráðnum sita 9 limir, ið verða valdir fyri 4 ár í senn. Sí nærri kunning á www.er.fo.

 

 

 

 

Aftur
1. meistari til "Bakkafoss"
Umsóknarfreist:
17. feb 2025
Skrivari til tíðaravmarkað starv hjá K…
Umsóknarfreist:
10. feb 2025
Fakligur skrivari til Etiska ráðið
Umsóknarfreist:
21. feb 2025
Húsavørður til Skúlatrøð
Umsóknarfreist:
12. feb 2025