Dátueftirlitið søkir eftir løgfrøðingi
Áhugavert starv sum løgfrøðingur er leyst at søkja á Dátueftirlitinum.
Uppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um málsviðgerð, ráðgeving, kunning um lóggávuna á økinum, ummæli av lóggávu, eftirlitsarbeiðið, fyrireiking av málum at leggja fyri Dáturáðið og luttøku í norðurlendskum samstarvi á økinum.
Nógv samskifti er við almennar myndugleikar, privatar fyritøkur og borgarar, so umframt málsviðgerð, tekur løgfrøðingurin sær eisini av ráðgeving og kunning, eisini til fjølmiðlar, í hesum sambandi.
Talan er um fakliga mennandi og fjølbroytt starv, sum tú sjálv/sjálvur er við til at skipa og har møguleiki er fyri eftirútbúgving.
Faklig førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv (cand.jur.). Lesandi, sum vænta at verða liðug í næstum, kunnu eisini søkja. Umsøkjari, sum umframt løgfrøðiligt embætisprógv, hevur royndir frá fjølmiðla- ella øðrum kunningaarbeiði, hevur fyrimun í sambandi við setanina av starvinum.
Persónlig førleikakrøv og royndir
Vit vænta, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst, hevur góð samstarvsevni, teldukunnleika og dugir væl at orða teg á føroyskum og enskum máli.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 22. juni 2018, og sendast til:
Dátueftirlitið
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
ella á eydhild@dat.fo
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Eyðhild Skaalum, stjóra, tlf. 599100. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
· · · · ·
Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarligur myndugleiki, sum vísir til Løgmansskrivstovuna. Dátueftirlitið er skipað við skrivstovu, sum tekur sær av dagligu uppgávunum á økinum og Dáturáði, sum tekur avgerð í prinsipellum málum og málum av stórum almennum týdningi. Á Dátueftirlitinum starvast 3 fólk og Dáturáðið er mannað við 3 limum.
29. apr 2024
29. apr 2024
30. apr 2024
28. apr 2024
7. mai 2024