Lýsing

Stjóri til Bókadeild Føroya Lærarafelags

 

Hevur tú brennandi áhuga fyri útgávu av barna- og ungdómsbókum, er eitt spennandi og avbjóðandi stjórastarv leyst at søkja.

 

Starvið

Uppgávan hjá stjóranum á Bókadeild Føroya Lærarafelags er at stjórna einum forlagi, har bóka- og blaðútgáva eru kjarnuøki.

Forlagið gevur út dygdargóðar, tíðarhóskandi og fjølbroyttar barna- og ungdómsbøkur í samráð við bókmentaligu nevnd felagsins og stendur fyri at geva út barnabløðini Strok og Píka7.

Uppgávur hjá stjóranum eru m.a.:

·     at mynda og menna útgávuvirksemið saman við bókmentaligu nevnd felagsins

·     at hava fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av virkseminum

·     at verða framtakshugaður, samstarvshugaður og duga at finna loysnir

·     at skapa virðing fyri forlagnum, fremja góðar arbeiðsumstøður, trivnað og gott samstarv millum starvsfólk

·     at tryggja, at starvsfólkini kunnu førleikamenna seg

·     at halda seg kunnaðan um altjóða bókamarknaðin og taka lut í viðkomandi bókamessum uttanlands

·     at ráðgeva, kunna og samstarva við bókmentaligu nevndina og nevndina í Føroya Lærarafelag.

Stjórin skal tryggja, at virksemi forlagsins er á  høgum fakligum stigi, og at játtaður stuðul verður nýttur á fullgóðan hátt.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir, sum hava týdning fyri starvið.


Harumframt er tað eitt krav, at umsøkjari hevur:

·   góð leiðslu- og samstarvsevni

·   vilja og áhuga at ganga nýggjar leiðir

·   góðar málførleikar og evni at samskifta, bæði á skrift og í talu.

 

Vit bjóða

Starvið er spennandi við sjálvstøðugum uppgávum og við nógvum samskifti við rithøvundar, myndprýðarar og týðarar. Arbeiðið er á  høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.

 

Setanar- og lønartreytir

Starvið er sáttmálasett og lønt á lønarstigi 39 sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Lønin er kr. 56.288,09 umframt 17% í eftirløn. Starvið verður lýst til setanar frá 1. mai 2025 ella eftir nærri avtalu.

 

Umsókn

Umsókn við prógvum, c.v o.ø. skal sendast til:

Føroya Lærarafelag
Pedda við Stein gøta 9
Postrúm 3264
FO-110 Tórshavn
ella jacob.eli@lararafelag.fo

Umsóknin skal vera Føroya Lærarafelag í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. mars 2025.

Umsøkjarar, sum vilja hava fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Jacob Eli S. Olsen, formann í Føroya Lærarafelag, á tlf. 23 57 66.

Bókadeildin er forlag undir Føroya Lærarafelag, sum gevur út barna- og ungdómsbøkur, umframt barnabløðini STROK og Píka7 og Skúlablaðið. Vit hava bókaklubba fyri børnum og ungum í øllum aldri. Á Bókadeildini eru 6 starvsfólk. Les meira á www.bfl.fo.

Aftur
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Umsóknarfreist:
17. mar 2025
Samskipari til verkstaðið hjá ArtiCon
Umsóknarfreist:
25. mar 2025
Stjóri til Bókadeild Føroya Lærara­felags
Umsóknarfreist:
26. mar 2025