Lýsing

Førari til Tornkrana

J&K Petersen Contractors søkir eftir kranførara til krana av slagnum: FM Gru RBI 1140.

Kundi tú hugsa tær koyrt okkara nýggja tornkrana, so er tað møguligani tær vit leita eftir.

J&K Petersen stendur fyri nógvum og spennandi byggiverkætlanum og eru arbeiðsuppgávurnar tí nógvar og fjølbroyttar.

Arbeiðsuppgávur:

  • At koyra tornkrana og gera fyrifallandi arbeiði
  • Viðlíkahald, eftirlit og reinhald av krananum.

Tað er ein fyrimunur, um tú:

  • hevur royndir við kranakoyring
  • hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur gott handalag og er álítandi.
  • ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.

Krav:
Tann ið settur verður skal hava koyrikoyrt til tornkrana.

Løn:
Sambært avtalu.

Um tú hevur spurningar viðv. hesum starvi ert tú vælkomin at seta teg í samband við Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf.: 585036.

Starvi verður sett sum skjótast.

Aftur
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024