Lýsing

Starv sum KT-fólk í Løgtinginum

 

 

 

Eitt starv sum KT-fólk í Løgtinginum fulla tíð er leyst at søkja til setan frá 1. juni 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt nýtt starv, har tann setti fer at taka sær av ymsu telduskipanum og telduútbúnaði okkara bæði viðvíkjandi rakstri og viðlíkahaldi/menning.

Virkisøkið fevnir um telduútbúnaðin í løgtingssalinum, í løgtingsumsitingini og í skrivstovu- og fundarhølum hjá tingfólkum. Tørvur er á einum starvsfólki, ið bæði kann taka sær av at hjálpa tingfólkum og umsiting við ymsum kt-avbjóðingum eins og at vera við til at viðlíkahalda og menna skipanir okkara.

Tann, sum settur verður, skal hava viðkomandi útbúgving, hava hollan kunnleika til teldur og telduskipanir, góðan kunnleika til føroyskt mál og hava áhuga fyri og hegni til at arbeiða í politisku skipanini. Kunnleiki og royndir frá líknandi arbeiði kunnu vera ein fyrimunur.

Starvið verður lønt samsvarandi sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir saman við prógvum o.ø. skulu vera Løgtinginum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 2. mai 2025, kl. 12. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til starv@logting.fo.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra, á tlf. 520294.

Aftur
Lands­grannskoðanin søkir vaskifólk
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Starvs­fólk til Bókabúð­ina í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. okt 2025
Ambulansuviðgeri til Sjúkraflutningstæna…
Umsóknarfreist:
2. nov 2025
Kreditt­ráð­gevi til privatøkið í Betri Ba…
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Vit søkja eftir sølufólki til uppisjóvar…
Umsóknarfreist:
30. nov 2025
Førari til pumpubil
Umsóknarfreist:
10. nov 2025
Stýrimaður og maskinmeistari til Vesthav
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Starvs­fólk til Baldursbrá
Umsóknarfreist:
6. nov 2025
Djóralækni til Bakkafrost
Umsóknarfreist:
2. nov 2025
Maskin­fólk til smoltstøð­ina á Viðareiði
Umsóknarfreist:
9. nov 2025