Lýsing

Endurlýsing: Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum til Sambýlið Kelduskákið í Klaksvík

 

Um størvini

Talan er um tvey størv 30 tímar um vikuna at byrja 01.09.2025 ella skjótast gjørligt. Møguleiki er at fáa fleiri ella færri tímar um vikuna, um ynski er um tað. Arbeiðsstaðurin er í Klaksvík, og arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni.

 

Arbeiðsuppgávur

Í Kelduskákinum búgva átta ung fólk, sum hava autismu og/ella menningartarn. Tær fremstu uppgávurnar eru

- At veita tænastu til ung vaksin fólk í vardum bústaði.

- At skapa tryggar karmar í heimligum umhvørvi.

- At veita námsfrøðiliga umsorgan.

- At virka fyri, at búfólkini fáa møguleika at luttaka í ymiskum aktivitetum.

- At stuðla búfólkunum við persónligum reinføri í dagligdegnum.

 

Førleikar

Søkt verður eftir námsfrøðingum, heilsufakligum fólki ella hjálparfólki, sum hava royndir á økinum.

 

Væntanir

Tey, ið búgva her, eru øll ymisk, og vænta vit, at tú kennir týdningin av ró, reinføri og einum reglubundnum gerandisdegi. Somuleiðis at tú hevur eina kreativa tankagongd og dugir væl at taka hond um kenslurnar hjá búfólkunum. Vit vænta, at tú hevur kt-førleikar á brúkarastøði, tí skjalfesting er ein partur av arbeiðinum – hesum fært tú upplæring í. Eisini vænta vit, at tú skilir føroyskt, bæði tað skrivliga og talaða máli.

 

Vit kunnu bjóða

Vit bjóða eitt starv, har tú saman við ágrýtnum og lívligum starvsfólkum hevur ávirkan á, hvussu arbeiðið skal útinnast. Leiðarin er á staðnum.

Tú kemur til ein arbeiðsdag, sum verður skipaður, alt eftir hvat búfólkini hava brúk fyri. Tú fert millum annað at ganga túrar og at luttaka í ymiskum aktivitetum saman við búfólkunum.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni eindini Autisma í Trivnaðardeplinum. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytirnar eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

 

Umsókn

Tú søkir starv við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 21.08.2025 kl. 23.00.

 

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Astu í Toft, leiðara, á tlf. 297433.

 

 

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins.

Almannaverkið umsitur fyri góðar 2,2 milliardir krónur á løgtingslógini fyri 2025, og til samans starvast meira enn 1200 fólk í Almannaverkinum.

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 800 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 88 bygningum kring alt landið. Umleið 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 950 borgarar fáa endur- og viðlíkahaldsvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 16.300 avgerðir.

Endamálið hjá Almannaverkinum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

 

Aftur
Business Intelligence Serfrøðingur
Umsóknarfreist:
17. aug 2025
Vaktar­fólk til lívfiskastøð­ina við Áir
Umsóknarfreist:
17. aug 2025
Business Controllari við arbeiðsstaði í…
Umsóknarfreist:
17. aug 2025
Skip­skokkur til M/­S Martin
Umsóknarfreist:
24. aug 2025
Ert tú Føroya fyrsta Brekumboð?
Umsóknarfreist:
20. aug 2025
KT Supportari
Umsóknarfreist:
17. aug 2025
Endur­lýsing: Søkt verður eftir tveimum s…
Umsóknarfreist:
21. aug 2025
Mekanikari
Umsóknarfreist:
13. aug 2025
Húsasmiður
Umsóknarfreist:
13. aug 2025