Lýsing

Málsviðgeri til TAKS í Klaksvík

 

Vísir tú ábyrgd og nærlagni? Vilt tú arbeiða við lógum og reglum? So kanst tú gerast partur av skattatoyminum hjá TAKS í Klaksvík og vera við til at tryggja, at øll rinda rættan skatt.

Talan er um eitt týdningarmikið starv, har tú millum annað fert at:

  • svara fyrispurningum frá borgarum
  • viðgera persónsskattamál
  • ummæla kærur
  • fremja eftirlit

 

Førleikar

Tú hevur skrivstovulæru ella samsvarandi útbúgving, gjarna við kunnleika til skattareglur ella almenna fyrisiting – ella tú hevur drúgvar royndir á økinum. Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til skattalóggávu og almenna fyrisiting. Tað er eisini ein styrki, um tú hevur royndir við málsviðgerð og journalisering. Tú dugir væl føroyskt, danskt og enskt.

Vit ímynda okkum eisini, at tú:

  • ert fyrikomandi, tolin og ágrýtin
  • arbeiðir sjálvstøðugt og vísir ábyrgd og nærlagni
  • samstarvar væl og ert opin fyri broytingum
  • hevur áhuga fyri lóg og reglum
  • dugir at grunda niðurstøður á galdandi rætt
  • hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • hevur hug og hegni at førleikamenna teg innan m.a. talgilding og fyrisiting

 

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv, sum er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3 ella 4 – alt eftir útbúgving.

Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS í Klaksvík. Setanarøkið fevnir um alt TAKS og kann eisini fevna um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsóknarfreistin er 14. september 2025

Søk starvið við at fylla út talgilda umsóknarblað okkara.

Viðheft umsókn, lívrensl, prógv og møgulig viðmælir.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Katrin Petersen, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á kp@taks.fo.

Aftur
Forstjóri fyri Sjúkra­húsverkið og sjúkra…
Umsóknarfreist:
21. mai 2026
Bakari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Arbeiðs­fólk til kassavirkið á Glyvrum
Umsóknarfreist:
25. mai 2026
Vit sóknast eftir uppvaskara at byrja su…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Grannskoðari til Lands­grannskoðan­ina (tí…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Maskinførarar til ArtiCon
Umsóknarfreist:
18. mai 2026
Vit søkja fíggjar­stjóra
Umsóknarfreist:
18. mai 2026
Vertir til poddvarpssend­ingar hjá Norðlý…
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Kondittari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026