Lýsing

Varaskúlastjóri á Skúlatrøð

 

Spennandi starv sum varaskúlastjóri á Skúlatrøð er nú leyst at søkja

 

Starvið verður sett frá 20. oktober 2025 ella skjótast eftir tað.

 

Um skúlan:

Á Skúlatrøð starvast uml. 100 starvsfólk og ganga uml. 770 næmingar á skúlanum skúlaárið 25/26.

Á Skúlatrøð leggja vit dent á at skapa eina felagskenslu, at hava skipað viðurskifti og at hava virðing fyri hvørjum øðrum.

Námsfrøðiliga visjón skúlans er: At skapa og læra – spyrja og svara.

Skúlin er skipaður í grunddeild, miðdeild, hádeild og eitt tillagað næmingatilboð, nevnt Ósa/Ziska, umframt eina 10. flokseind, nevnd Valskúlin.

 

Um starvið:

Varaskúlastjórin er við til at mynda skúlan saman við leiðslutoyminum og kemur saman við leiðsluni, at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning á skúlanum.

Í starvinum fert tú fyrst og fremst at hava ábyrgd av 7. til 10. flokki. Harafturat verða aðrar leiðsluuppgávur ein partur av gerandisdegnum.

 

Førleikakrøv:

Søkt verður eftir einum varastjóra, sum vil arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visjón skúlans. Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving.

 

Vit ynskja:

• At tú ert fyrikomandi og hevur góð evni at samstarva• At tú hevur starvsroyndir í fólkaskúlanum

• At tú hevur mennandi starvsfólkaleiðslu og leiðslustíl

• At tú virkar fyri trivnaði og felagskenslu í øllum skúlanum

• At tú virkar fyri at skapa virðing fyri skúlanum

• At tú hevur førleikar at taka neyðugar avgerðir og ert sinnað/ur at fara undir

avbjóðingar

• At tú hevur góðan málførleika í skrift og talu

• At tú hevur kunnleika innan KT.

 

Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir.

 

Lønar- og setanartreytir:

Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu á Skúlatrøð. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 36.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið er sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er í tænastumannastarvi frammanundan.

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

 

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. september 2025 kl. 12:00.

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: jonleif.johannesen@skulin.fo, ella sendast til:

 

Á Skúlatrøð

att: Jónleif Johannesen, skúlastjóri

Skúlavegur 6

FO-700 Klaksvík

 

Nærri kunning um starvið fæst við venda sær til Jónleif Johannesen, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til jonleif.johannesen@skulin.fo

Aftur
Lærari til EL-deildina á TSK (fulltíðars…
Umsóknarfreist:
27. apr 2026
Byrja tína yrkisleið sum bankanæm­ingur í…
Umsóknarfreist:
28. apr 2026
Laborantur til Havsbrún
Umsóknarfreist:
26. apr 2026
Arbeiðs­fólk til verklags­arbeiði
Umsóknarfreist:
20. apr 2026
Arbeiðs­fólk til betong­arbeiði
Umsóknarfreist:
20. apr 2026
Skrivstovu­fólk til fyrisiting­ina á TSK (…
Umsóknarfreist:
24. apr 2026
Framleiðslu­fólk til Havsbrún
Umsóknarfreist:
22. apr 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Byrja tína starvsleið sum næmingur í Nor…
Umsóknarfreist:
1. mai 2026
Løgfrøð­ingur til Umhvørvis­stovuna
Umsóknarfreist:
19. apr 2026