Lýsing

Varastjóri við læknafakligari bakgrund til Sjúkrahúsverk Føroya

Starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverk Føroya verður hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt.

Sum varastjóri við læknafakligari bakgrund fyri føroyska sjúkrahúsverkið hevur tú møguleika at hava ávirkan á eina optimering av samlaða virkseminum í sjúkrahúsverkinum umframt at tryggja eina miðvísa menningartilgongd og góðskutrygging.

Umframt at vera varastjóri við læknafakligari bakgrund fyri alt sjúkrahúsverkið kemur tú eisini vera læknafakligur ráðgevi og sparringspartnari fyri aðalráðið. Varastjórin við læknafakligari bakgrund er ovasti ábyrgdarhavandi lækni í føroyska sjúkrahúsverkinum, og mannar saman við sjúkrahússtjórunum og varastjórunum leiðsluna í sjúkrahúsverkinum.

Uppgávur varastjórans við læknafakligari bakgrund eru í høvuðsheitum:

  • at luttaka í strategisku ráðleggingini saman við felags sjúkrahúsleiðsluni,
  • at hava ábyrgd fyri yvirskipaða læknafakliga rakstrinum og menningartilgongdini,
  • at hava samábyrgd fyri at implementera yvirskipað mál, strategiir og fokusøkir,
  • at hava samábyrgd og vera virkisfúsur at halda fíggjarætlanir og at seta neyðug tiltøk í verk í hesum sambandi,
  • at vera læknafakligur ráðgevi og sparringspartnari fyri Heilsu- og innlendismálaráðið,
  • at kunna grunda og skjalfesta yvirskipaða koordinering, fordeiling og umfordeiling av læknafakligum tilfeingi,
  • at initiera samstarv millum sjúkrahúsini, við primeru heilsutænasturnar, almannaverk og útbúgvingarstovnar.
    luttaka í arbeiðinum at gera avtalur við útlendsk sjúkrahús og konsulentar.

Førleikar:

  • Útbúgving og autorisatión sum serlækni.
  • Útbúgving og/ella royndir innan leiðslu og fyrisiting.
  • Innlit og skil fyri fíggjarstýring.
  • Innlit í uppgávur og menning av sjúkrahús og heilsuøki.
  • Kreativ/ur og fræls/ur í mun til vanahugsan, verða før/ur fyri og tora at raðfesta uppgávur.
  • Umsøkjarar, sum ikki hava kunnleika til Føroyar, skulu hava vilja til at taka neyðug málskeið, sum verða viðkomandi fyri setanina.
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni.

Lønar- og setanartreytir
Starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverk Føroya verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelag Føroya og lønt sum “lægelig direktør” á lønarstigi 53
umframt viðbøtur.

Setanarmyndugleikin er Heilsu- og innlendismálaráðið. Setanarøkið fevnir um Heilsu- og innlendis-
málaráðið og stovnar undir ráðnum. Nærmasti leiðari er forstjórin fyri Sjúkrahúsverk Føroya.

Tann, ið settur verður, skal tola møguligar broytingar í starvinum.

Meira at vita
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra í Heilsu- og innlendismálaráðnum, teldupost turid.arge@himr.fo, tlf. +298 304050 ella til Jóanis Erik Køtlum,
forstjóra fyri Sjúkrahúsverk Føroya, teldupost joako@ls.fo, tlf. + 298 304500, lokal 1001

Umsóknarfreistin er 9. juli 2018, kl. 12.00.

Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum og CV skal sendast til:

Heilsu- og innlendismálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
ella himr@himr.fo

· · · · ·

Um Sjúkrahúsverk Føroya
Sjúkrahúsverk Føroya fevnir um tey trý sjúkrahúsini umframt Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Landssjúkrahúsið hevur áleið 133 sengur innan somatiska og psykiatriska økið, og samanlagt áleið 870 starvsfólk. Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og arbeiða konsulentar innan ymiskar sergreinar regluliga á sjúkrahúsinum.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur áleið 24 sengur innan somatiska økið og samanlagt áleið 120 fólk. Umframt føstu læknarnar starvast fleiri serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum. Suðuroyar Sjúkrahús hevur 26 seingjapláss innan somatiska økið og samanlagt hava áleið 110 starvsfólk sítt dagliga yrki á sjúkrahúsinum.

Upplýsingar um sjúkrahúsini síggjast á teirra heimasíðum – www.ls.fo, www.ks.fo og www.ssh.fo.

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024