Lýsing

Til okkara verkstað í Klaksvík leita vit eftir einum kundamóttakara

 

Vit leita eftir einum smílandi og tænastusinnaðum kundamóttakara til okkara verkstað í Klaksvík. Vit ynskja at seta tann rætta skjótast gjørligt

 

Vit bjóða

Vit bjóða tær ein avbjóðandi og innihaldsríkan gerandisdag, hjá tí lokalu bilasøluni í Klaksvík. Tín upgáva vil fyrst og fremst vera at taka ímóti kundum, bæði umvegis telefon og teldupost og teimum, ið koma á gátt.

Eisini kemur tú at vera ein stuðul hjá verkføraranum, tá tað kemur til at geva tíðir, halda stýr á eykalutum og skriva rokningar.

Talan er um eitt fast starv til fulla ella niðursetta tíð.

 

Førleikakrøv

Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort, og klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn. Eisini er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir við kundatænastu og hevur eitt sindur av skil fyri bilum.

Um tú metir, at hetta kundi verið nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda eina umsókn til starv@rs.fo

Vit lesa umsóknirnar so hvørt, tær koma inn, so send gjarna skjótast til ber. 

Umsóknarfreistin er 27. oktober.

Ert tú í iva, um hetta er nakað fyri teg – ella hevur tú spurningar – so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Vit hoyra gjarna frá tær.

Aftur
Samskiftis­fólk til marknaðardeild­ina hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Gigni søkir heilsu­frøð­ingar/­sjúkrarøktar…
Umsóknarfreist:
27. mar 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Vilt tú byggja nakað, sum hevur týdning?…
Umsóknarfreist:
7. apr 2026
Maskinmeistari til grønu orkuverk­ini hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Bakkafrost sóknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
1. apr 2026