Lýsing

Starvsfólk til Bókabúðina í Klaksvík

 

Til nýggju deild okkara í Klaksvík leita vit eftir starvsfólki, at byrja skjótast gjørligt.

 

Vit bjóða

Eitt spennandi og fjølbroytt starv í okkara nýggja bóka-& pappírshandli í Klaksvík. Tín uppgáva er alt fyrifallandi arbeiði í dagliga rakstrinum, so sum at hjálpa kundum, sølu, uppseting osfr.

Vit kunnu bjóða fast starv til fulla- ella niðursetta tíð og skúlahjálp at byrja skjótast gjørligt.

 

Um teg

Vit vænta, at tú hevur áhuga fyri handil og sølu. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan sølu og kundatænastu, men tað er ikki eitt krav.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og dámar væl at arbeiða við fólki. At tú dugur væl at arbeiða saman við øðrum og kanst arbeiða sjálvstøðugt og ert ábyrgdarfull/ur.

 

Umsókn

Umsókn skal sendast á teldupost: jv@bb.fo

Vit lesa umsóknirnar so hvørt, tær koma inn, so send gjarna skjótast til ber. 

Umsóknarfreistin er 30. oktober 2025.

 

Vil tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jákup Vágsheyg á tlf 21 93 93 ella á jv@bb.fo

Umsóknir og fyrispurningar vera viðgjørd í trúnaði.

 

 

Bókabúðin í Saltangará, ið bleiv 49 ár í summar, er í dag ein nýmótans bókahandil og skrivstovumarknaður, ið veitur sølu og tænastur til privat og vinnu, kring alt landi.

Aftur
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Maskinmeistari til grønu orkuverk­ini hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Gigni søkir heilsu­frøð­ingar/­sjúkrarøktar…
Umsóknarfreist:
27. mar 2026
Bakkafrost sóknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
1. apr 2026
Samskiftis­fólk til marknaðardeild­ina hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Vilt tú byggja nakað, sum hevur týdning?…
Umsóknarfreist:
7. apr 2026