Lýsing

Lærarastarv í Hvalbiar skúla

Hetta starv verður lýst leyst fyri skúlaárið 2018/19:

  • 1 starv uml. 11 tímar vegna avlopstíð
    Endaliga tímatalið av hesum starvi verður ásett eftir 1. september 2018

Tímatalvan til starvið fatar um:

  • Støddfrøði í 4 fl
  • Søga í 8. fl
  • Søga í 6. fl
  • Enskt í 4. fl

Tey, ið sett verða skulu:

  • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiðinum á skúlanum
  • hava vilja til at samstarva og hava áhuga í toymissamstarvi
  • vera fakliga væl fyri og professionell
  • vera engageraði og fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru á skúlanum
  • vera fyrikomandi
  • starvast fyri góðum samstarvi millum heim og skúla
  • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vera áhugað í at menna skúlan

Førleikakrøv:
Læraraútbúgving frá góðkendum læraraskúla og viðkomandi linjulestur.

Lønar og setanartreytir:
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum frá 18.1. – 29.2. og verða sett sum sáttmálasett størv.

Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi mánadagin 25. juni 2018.

Eru spurningar størvunum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlaleiðaran, Eydnu Danielsen, tlf. 237587 ella 375083. ed0604f4@skulin.fo

· · · · ·

Hvalbiar skúli hevur komandi ár 74 næmingar frá 1. til 9. flokk og við skúlan fara at starvast  9 lærarar.

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024