Lýsing

Fysioterapeutur til Norðoya Bú-og Heimatænastu

Vit sóknast eftir Fysioterapeuti til terapeuteindina Ven og Virka.

Talan er um fast starv á starvsbrøki 1,0, svarandi til 40 tímar um vikuna, frá 1. september 2018, ella eftir nærri avtalu.

Vit kunnu bjóða
Eitt jaligt, framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á, at stuðla eldri borgarum í Norðoyggjum at megna sín gerandisdag.

Góðar umstøður og fjølbroyttaðar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum, ið kunnu stimbra likamliga, sálarliga og sosialt soleiðis, at eldri borgarin kann búgva sum longst í egnum heimi.

Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Ábyrgdarøkið hjá tær verður at virka í einum tvørfakligum toymi, hvørs uppgáva er:

  • At kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri borgarum, og í mun til hetta, seta átøk í verk.
  • At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
  • At arbeiða heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi í mun til venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
  • At undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.
  • At meta um, og søkja um hjálpartól og tillagan av bústaðarviðurskiftum.
  • Arbeiðið hjá fysioterapeutunum fer fram í venjingarhølunum Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í NBH.

Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu
Á heimasíðuni http://nbh.fo/leys-stoerv/ finnur tú fleiri upplýsingar um stovnsbygnað, endamál og setanartilgongd. Harumframt kanst tú kunna teg um visjónina hjá NBH.

Lønar- og setanartreytir
Verða sambært sáttmálanum hjá Fysioterapeutfelag Føroya og KAF/Fíggjarmálaráðið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Hedevig Matras, deildarleiðara, á tlf. 793460 ella við telduposti á hedevigm@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi, mánadagin 31. juli 2018.

Aftur
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024