Lýsing

Handilslærlingur

 

 

Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, er eitt lærupláss hjá Norðoya Litbúð kanska júst nakað fyri teg!

Sum lærlingur fært tú innlit í sølu, vørukunnleika og dagligan rakstur. Tú verður partur av einum toymi, ið arbeiðir fyri at geva kundum dygdarráðgeving, góða tænastu og eina góða keypsuppliving.

Vit hava deildir innan máling, gólv, teppir, tekstil, dýnur & koddar, búnýti og listvørur.

Vit vænta, at tú hevur áhuga fyri teimum vørum og tænastum, ið vit veita, og at tú hevur áhuga í at nema tær kunnleika fyri og innlit í hesi øki.

 

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

 

■ at ráðgeva og hjálpa kundum at finna røttu loysnina

■ at tryggja, at vørurnar verða vístar fram á snøggan og innbjóðandi hátt

■ at arbeiða við sølu og góðari kundatænastu

■ at vera ein virkin partur av dagliga rakstrinum

 

Vit vænta, at tú:

 

■ ert fyrikomandi, røkin og ert fleksibul

■ hevur lætt við at samskifta og samstarva

■ ert framfýsin og ágrýtin

■ arbeiðssom/samur og ábyrgdarfull/ur

■ dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

 

Starvið verður sett so skjótt sum vit hava funnið rætta viðkomandi.

 

Umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til litir@litir.fo

 

Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við starvið, kanst tú venda tær til

Harley Bertholdsen á telefon 457300 ella 287300 ella umvegis t-post: litir@litir.fo

 

Norðoya Litbúð

Klaksvegur 89

FO 700 Klaksvík

Tel. 457300

litir@litir.fo

Aftur
Arbeiðs­fólk til serburturk­ast hjá IRF
Umsóknarfreist:
4. mar 2026
Integratiónssam­skipari til norð­urøkið
Umsóknarfreist:
15. mar 2026
Kom í læru sum alari!
Umsóknarfreist:
15. mar 2026
Stjóri til Strandfara­skip Landsins
Umsóknarfreist:
12. mar 2026
Endur­lýsing - leiðari til Barnahúsið Imb…
Umsóknarfreist:
9. mar 2026
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
1. apr 2026