Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Aftur

Avloysarar fyri reingerðarfólk til Norðoya Røktarheim

Vit sóknast eftir tveimum avloysarum til reingerð á Norðoya Røktarheimi frá 1. august 2018 til 31. august 2019.

Arbeitt verður yrkadagar, aðru hvørja viku, frá kl. 8 – 14, svarandi til setanarbrøk á 0,375.

Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppistova og Niðristova. Avloysarastørvini eru á Niðristovu.

Reinføri hevur stóran týdning fyri trivnaðin og heilsuna hjá búfólkunum, og vit vænta tí, at tú ert røkin, skilir týdningin av góðum reinføri og megnar at samstarva væl við bú- og starvsfólk.

Vit kunnu bjóða tær eitt sjálvstøðugt starv í góðum samstarvi við onnur fakfólk.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum á Norðoya Røktarheimi tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Mena á Gørðum, varadeildarleiðara, á tlf. +298 793435.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mánadagin 16. juli 2018.