Maskinfólk til Føroya Bjór
Ver við til at skapa framtíðina hjá eini søguríkari føroyskari fyritøku!
Føroya Bjór er eitt virkið í støðugari menning. Tískil sóknast vit eftir dugnaligum og virkisfúsum maskinfólki til framleiðsluna í Klakksvík.
Maskinir, tøkni og tól á virkinum, skulu støðugt eftirhyggjast, viðlíkahaldast og moderniserast.
Tú kemur at hava ábyrgd av dagføring-, rakstri- og umvælingum á tí tekniska økinum. Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvið við framleiðslutoymið á virkinum og uttanhýsis veitarum.
Um teg:
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving sum maskinmeistari-, elektrikari- ella hevur líknandi royndir og fakliga vitan.
- At tú ert álítandi, engasjeraður og brennir fyri tínum arbeiði.
- At tú ert fleksibul, jaligur og dugir at hava nógv jørn í eldinum.
- At tú dugir at samstarva og at arbeiða sjálvstøðugt og skipað.
- At tú hevur røttu førleikar- og viðkomandi útbúgving- og royndir til at loysa uppgávurnar á virkinum.
Vit bjóða:
Vit bjóða eitt spennandi starv við breiðum fakligum avbjóðingum.
Eitt gott arbeiðspláss við eini støðugari menning undir skipaðum umstøðum.
Løn og setanartreytir eru eftir sáttmála og sambært avtalu.
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella, tá ið rætti umsøkjarin er funnin.
Ein søgulig fyritøka við framtíðarvísiónum
Síðani 1888 hevur Føroya Bjór framleitt føroyskar góðskudrykkivørur, og vit hava vunnið okkum eitt navn fyri góðsku, nýskapan og burðardygd. Við einum fjøltáttaðum úrvali av øli, sodavatni, cider og lesk, umframt okkara eksklusiva úrval av gin, whisky og akvavitt frá Einar’s Distillery, halda vit fram at skapa drykkir, sum bæði føroyingar og heimsmarknaðurin elska.
Umsóknir
Sendið vinaliga umsóknina skjótast gjørligt.
Um spurningar eru til starvið ert tú vælkomin at venda tær til virkisleiðaran Anniku Waag á annika@foroyabjor.fo tel. 295440.
11. jan 2026
5. jan 2026
1. jan 2026
21. des 2025
5. jan 2026
31. des 2025
1. jan 2026
12. jan 2026
22. des 2025
31. des 2025