Køksleiðari til Tavuna
Søkt verður eftir køksleiðara til køkin í Tavuni at byrja skjótast tilber
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og fyrikomandi køksleiðara til køkin í Tavuni at byrja skjótast gjørligt.
Vit ynskja, at dygdargóða arbeiðið, starvsfólkini í Tavuni fremja, verður stuðlað við fjølbroyttum, heilsugóðum og vælsmakkandi mati.
Í Tavuni starvast um 60 fólk. Í gulllaksavertíðini er framleiðsluarbeiðið skipað í tveimum vaktum, og restina av árinum er framleiðsluarbeiðið óstøðugt.
Vit ynskja, at tann sum settur verður, er við til at mynda arbeiðið, herundir mannagongdir, uppgávur, ábyrgd og arbeiðstíðir o.a.
Viðkomandi útbúgving og royndir hava fyrimun.
Hevur starvið tín áhugað, ert tú vælkomin at ringja til Joen Magnus Rasmussen, stjóra, á telefon 212255 ella Nicolas Stauss, virkisleiðara, á telefon 213355, og avtala eina tíð til ein fund.
22. jun 2026
20. jun 2026
22. jun 2026
30. jun 2026
25. jun 2026
16. jun 2026
28. jun 2026
21. jun 2026
16. jun 2026
28. jun 2026