Lýsing

Rakstrarleiðari til biogassverk á Skarðshjalla

Kundi tú hugsað tær eina yrkisleið sum rakstrarleiðari á einasta biogassverkinum í Føroyum? Tú kemur at standa á odda fyri eini fyritøku, sum framleiðir biogass – til gagns fyri vinnu, landbúnað og umhvørvi. Virksemið hjá Bakkafrost samtakinum er í støðugari menning og felagið hevur tikið stig til at byrja biogass virksemi. Vit søkja tí ein ábyrgdarfullan og ágrýtnan rakstrarleiðara at leiða biogassverkið hjá felagnum, Føroysk Náttúruorka P/F, sum eftir ætlan verður bygt í nærmastu framtíð á Skarðshjalla.

Um starvið
Tú ert við í arbeiðinum at byggja biogassverkið. Aftaná at byggiverkætlanin er liðug, er ábyrgdarøkið hjá rakstrarleiðaranum at hava ábyrgd av dagligu leiðsluni saman við hinum starvsfólkunum, har tit í felag tryggja ein optimalan, støðugan og tryggan rakstur.

Harafturat fevnir starvið um:

  • Tryggja støðuga og góða biogassframleiðslu
  • Fyrisiting og logistik í sambandi við innsavnan av biomassum til raksturin
  • Gera ætlan og luttaka í vaktarskipan
  • Gera fíggjarætlan fyri felagið og uppfylging av hesi
  • Leggja til rættis nevndarfundir og samskifta við nevnd
  • Tryggja gott samskifti við viðkomandi samstarvsfelagar og áhugabólkar

Tú verður partur av rakstrartoyminum. Tískil er tað týdningarmikið, at tú hevur ávísa tekniska/mekaniska vitan og hevur førleikar og vilja til at taka amboð í hond.

Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at rætti persónurin til starvið er maskinmeistari, verkfrøðingur, evnafrøðingur, lívfrøðingur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving og viðkomandi royndir. Vit vænta, at tú:

  • hevur árræði og áhuga at arbeiða innan biogass og rakstri av verkinum
  • ert væl skipaður
  • ert ábyrgdarfullur og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • hevur leiðslueginleikar og fyrisitingarligt hegni

Vit bjóða
Eitt áhugavert og mennandi starv við fjølbroyttum uppgávum, og persónligum og fakligum avbjóðingum.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreyrtir eru sambært avtalu.

Umsókn, freist og samband
Um tú vilt hava meira kunning um starvið, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við John Rajani, ráðgeva, á tel. 22 22 99, ella á telduposti jr@rajanirasmussen.com.

Umsókn, lívrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. juli 2018, og skulu sendast við telduposti til hr@bakkafrost.com.

· · · · ·

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum, í Kollafirði og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.

www.bakkafrost.com

Aftur
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024