Lýsing

Grannskoðari til Landsgrannskoðanina (tíðaravmarkað starv)

 

 

Landsgrannskoðanin søkir grannskoðara til farloyvisstarv

Hevur tú áhuga fyri almennari fíggjarstýring, gjøgnumskygni og góðum arbeiðsháttum? Vilt tú vera partur av einum fakliga sterkum og sjálvstøðugum toymi? So kann starvið sum grannskoðari hjá Landsgrannskoðanini vera júst nakað fyri teg.

 

Um starvið

Talan er um eitt fulltíðar farloyvisstarv í 1 ár, við byrjan 1. juni 2026 ella eftir nærri avtalu. Sum grannskoðari arbeiðir tú við at grannskoða inntøkur og útreiðslur landskassans. Arbeiðið er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt, og tú fært møguleika at arbeiða í einum umhvørvi, har faklig dygd og óheft arbeiði eru grundvirði.

 

Vit vænta, at tú:

  • hevur útbúgving innan grannskoðan, roknskap, løgfrøði, KT ella líknandi
  • dugir væl at skriva, serliga á føroyskum
  • arbeiðir skipað og sjálvstøðugt
  • hevur góð samstarvsevnir

 

Royndir frá almennari ella privatari fyrisiting eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

 

Vit bjóða:

  • eitt fakliga sterkt og professionelt arbeiðsumhvørvi
  • spennandi og samfelagsviðkomandi uppgávur
  • góðar arbeiðs- og menningarmøguleikar

 

Setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti verða ásett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum o.ø. skal sendast við telduposti til: postur@lg.fo

Umsóknarfreistin er 15. mai 2026, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Beintu Dam á tlf. 226301 ella við telduposti á:  beinta@lg.fo

 

Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

Aftur
Verkætlanarleiðari til Bústaðir
Umsóknarfreist:
7. jun 2026
Vit sóknast eftir uppvaskara at byrja su…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Starvs­fólk til reingerð og kantinu hjá P…
Umsóknarfreist:
25. mai 2026
Starvs­fólk til Baldursbrá
Umsóknarfreist:
25. mai 2026
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Bakkafrost søkir eftir summar­feriuavloys…
Umsóknarfreist:
16. jun 2026
Motorkønur dekkari til "Bakkabrúgv"
Umsóknarfreist:
25. mai 2026
Vit sóknast eftir køksfólki
Umsóknarfreist:
1. jun 2026