Lýsing

Vertir til poddvarpssendingar hjá Norðlýsinum

 

Hevur tú nakað upp á hjarta – og hug at bera tað fram fyri øðrum?

Norðlýsið leitar eftir nýggjum vertum til poddvarpssendingar. Vit ynskja at menna eitt fjølbroytt og livandi útboð av sendingum, sum taka støði í lokalsamfelagnum í Norðoyggjum – og vit hava brúk fyri tær.

 

Vit leita eftir vertum til ymisk sløg av sendingum:

  • Kjaksendingar
    Har luttakarar – ofta úr lokalsamfelagnum – skifta orð um aktuell og viðkomandi evni.
  • Ítróttasendingar
    Frásagnir, kjak og samrøður um kappingar, úrslit, feløg og ítróttafólk.
  • Frásagnir frá tiltøkum
    Beinleiðis ella upptiknar sendingar frá størri tiltøkum, so sum Norðoyastevnu, Summarfestivalinum, Sjómannadegnum, Torradøgunum, Grækarismessu, Flaggdegnum og øðrum mentanartiltøkum, konsertum og fyrilestrum.
  • Ungdómssendingar
    Har ung framleiða innihald til onnur ung.
  • Tónleikasendingar
    Við rúmi fyri ymiskum tónleiki – eisini við denti á lokalar tónleikarar og útgávur.
  • Søguligar sendingar
    Um søgu, hendingar og persónar, sum hava havt týdning fyri lokalsamfelagið.
  • Vinnuligar sendingar
    Um vinnugreinar, fyritøkur, menning og framtíðarútlit.
  • Andaligar sendingar
    Har kirkjur og samkomur fáa møguleika at koma til orðanna.

 

Vit vænta, at tú:

  • Hevur áhuga fyri einum ella fleiri av omanfyri nevndu økjum
  • Dugir at samskifta greitt og áhugavert
  • Hevur hug at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • Er opin fyri samstarvi og menning av innihaldi
    Royndir innan miðlar eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

 

Vit bjóða:

  • Ein pall at bera fram tíni áhugamál og hugsjónir
  • Møguleika at seta tín dám á lokala miðlaumhvørvið
  • Vegleiðing og stuðul í framleiðsluni
  • Eitt spennandi og fjølbroytt samstarv
  • Løn eftir avtalu

 

Hevur hetta tín áhuga?

So vilja vit fegin hoyra frá tær. Send eina stutta umsókn á johann@nordlysid.fo , har tú greiðir frá tær sjálvum og hvørja sending tú kundi hugsað tær at staðið á odda fyri.

Set teg í samband við Norðlýsið á tlf 221991 fyri nærri kunning.

 

Aftur
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Arbeiðs­fólk til kassavirkið á Glyvrum
Umsóknarfreist:
25. mai 2026
Verkætlanarleiðari til Bústaðir
Umsóknarfreist:
7. jun 2026
Starvs­fólk til Baldursbrá
Umsóknarfreist:
25. mai 2026
Vit sóknast eftir uppvaskara at byrja su…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Bakkafrost søkir eftir summar­feriuavloys…
Umsóknarfreist:
16. jun 2026
Lærlingur til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. jun 2026
Goymslulærl­ingar til goymslur­nar á Kambs…
Umsóknarfreist:
20. jun 2026
Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákoll…
Umsóknarfreist:
9. jun 2026