Lýsing

Starvsfólk til kundatænastuna hjá Betri Banka

 

 

Dámar tær at veita framúr kundatænastu, og stórtrívist tú við at samskifta við kundar? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Vit leita eftir einum nýggjum starvsfelaga, ið hevur eina styttri útbúgving, og sum ynskir at finna eitt fast starv, har góðir møguleikar eru fyri víðari menning.

Sum partur av kundatænastuni fært tú starvsfelagar, ið hava sum fremsta mál at hjálpa og vegleiða okkara kundar á bestan hátt.

Kundatænastan tekur ímóti øllum kundum, sum ringja ella venda sær til bankan umvegis teldupost, og kundatænastan er eitt sera týðandi lið í okkara miðvísa arbeiði í at tryggja høgt kundanøgdsemi.

 

Tínar uppgávur

Saman við ágrýtnu og nærløgdu starvsfólkunum á kundatænastuni fert tú at ráðgeva og avgreiða allar kundar, sum ringja ella skriva til Betri Banka. Ráðgevingarøkið er breitt og fevnir um alt frá fyrispurningum um smærri lán, netbankan, vegleiðing í kortum, ivamál í sambandi við flytingar og mangt annað.

 

Vit vænta av tær,

  • at tú trívist við at veita kundum góða tænastu umvegis telefon og teldupost
  • at tú orðar teg væl á føroyskum og enskum
  • at tú ert opin og uppsøkjandi
  • at tú trívist í einum umhvørvi við høgari ferð
  • at tú ert vinarlig/-ur, fyrikomandi og ágrýtin
  • at tú hevur peningastovnsútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving.

 

Vit bjóða tær

  • eitt starv, har eingin arbeiðsdagur er eins, og hvør dagur áhugaverdur og avbjóðandi
  • góða upplæring og sparring á deildini
  • ein gerandisdag við góðum starvsfelagum, har trivnaður og samstarv hava stóran týdning og verða raðfest.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Lønin verður ásett sambært avtalu millum YTF og FAG. Starvsstaðurin er Yviri við Strond í Tórshavn.

 

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga R. Lydersen, leiðara á kundatænastuni, á tlf. 348 389 / brl@betri.fo, ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á tlf. 348 224.

Kundi tú hugsað tær at starvast hjá okkum? Send okkum eina umsókn við CV til starv@betri.fo.

Umsóknarfreistin er 15. mai 2026.

 

Aftur
Leiðari til teknisku- og maskindeild á K…
Umsóknarfreist:
20. mai 2026
Lærari til EL-deildina á TSK (fulltíðars…
Umsóknarfreist:
27. apr 2026
Starvs­fólk til nýggja barnahúsið Sóljusp…
Umsóknarfreist:
29. apr 2026
Byrja tína yrkisleið sum bankanæm­ingur í…
Umsóknarfreist:
28. apr 2026
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Grannskoðari til Lands­grannskoðan­ina (tí…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Starvs­fólk til kundatænastuna hjá Betri…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Kondittari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Kom í læru hjá okkum
Umsóknarfreist:
27. apr 2026
Bakari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026