Lýsing
Aftur

Handilsfólk til Inn á Grønlandsvegnum

Inn á Grønlandsvegnum søkir eftir einum starvsfólki at arbeiða uml. 30 tímar um vikuna, sum kann byrja skjótast gjørligt.

Starvið er frá mánadag til fríggjadag, og vaktirnar skifta millum at vera frá kl. 07:30 til 13:00 og frá kl. 13:00 til 19:00.

Vit vænta, at tú ert áhugað-/ur í at geva okkara kundum eina góða tænastu, hevur samstarvsevni, ert fyrikomandi og opin, ert ágrýtin og røkin og samstundis dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Tín uppgáva í handlinum, umframt arbeiði við kassaavgreiðslu, er:
Vøruuppfylling, bílegging v. m., og fram um alt annað at betra okkara kundatænastu.

Hevur hetta tín áhuga, so frætta vit fegin frá tær skjótast tilber

Send tína umsókn til:
Inn
Grønlandsvegur 16
100 Tórshavn
Teldupost: gland@inn.fo

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Pætur Tausen á tlf. 262969.