Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Aftur

Lærlingur til handilin hjá TTS

TTS søkir eftir einum fyrikomandi og arbeiðsamum handilslærlingi, ið er ágrýtin og er áhugaður at vera við at menna handil okkara.

Vit bjóða

  • eina útbúgving í einari framkomnari tekniskari fyritøku, har vit seta tænastuna í hásæti.
  • at tú sum handilslærlingur kemur at starvast saman við einum vælvirkandi toymi av starvsfólki.
  • eitt sera fjølbroytt starv.

Umframt sølu av útgerð innan el, maskin og hvs, vera uppgávurnar eisini innkeyp, goymslustýring, vegleiðing og annað fyrifallandi.

Sum partur av útbúgvingini skalt tú í skúla í lærutíðini at taka tann ástøðiliga partin, sum antin verður í Føroyum ella Danmark.

Vit vænta

  • at tú ert fyrikomandi, røkin og ein fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva og setur kundatænastu í fremstu røð.
  • at tú hevur áhuga fyri teimum vørum og tænastum, ið vit veita, og at tú hevur áhuga í at nema tær kunnleika fyri og innlit í hesi øki.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS, HH ella líknandi útbúgving.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Jákup Oluf á Lakjuni á tel. 565640 ella umvegis jol@tts.fo

Umsókn skal sendast til jol@tts.fo

· · · · ·

TTS virkar í fimm yrkisdeildum undir somu lon: maskindeild, el-deild, køli-deild, hvs-deild og sølubúð við væl útgjørdari er goymslu. Í fyritøkuni starvast umleið 50 fólk.