Lýsing

Skrivstovufólk til Heilsutrygd

 

Endurlýsing 


Dámar tær væl at arbeiða skipað, veita góða tænastu og fáa tingini at ganga upp í eina hægri eind? 
Heilsutrygd søkir nú eitt dugnaligt skrivstovufólk í fulltíðarstarv frá september 2026 ella eftir nærri avtalu. 

Sum partur av fyrisitingini hjá Heilsutrygd fært tú ein týðandi leiklut í einum fakliga sterkum arbeiðsplássi, har vit hvønn dag arbeiða fyri, at føroyska heilsuverkið virkar væl fyri borgarar og samstarvsfelagar kring landið.
 

Talan er um eitt fjølbroytt starv, har høvuðsuppgávurnar væntandi verða:

  • Eftirlit av uppgerðum og útreiðslum
  • Bókhald
  • Samskifti við veitarar, vegleiðing og ráðgeving í.s.v. avrokning og skráseting
  • Í minni mun kann talan eisini vera um annað vanligt skrivstovuarbeiði, sum t.d.
    • Skjalhald (journal)
    • Málsviðgerð
    • Fyrispurningar

 

Vit vænta, at tú hevur:

  • Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Áhuga í og forvitni til at arbeiða við tølum, síggja mynstur og finna feilir
  • Góðar telduførleikar
  • Góð evni at seta teg inn í nýggj viðurskifti, sum t.d. sáttmálar og skipanir
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Góð evni at orða teg á føroyskum í skrift og talu

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við skrivstovuarbeiði, bókhald ella málsviðgerð, og kennir Búskaparskipan Landsins og dugir at brúka forrit sum Microsoft Excel.

 

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Starvið verður sett frá 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyðbjørg Lervig, fíggjarfulltrúa, á telefon 794011, ella á teldupostbústaðnum el@heilsutrygd.fo

Umsókn og avrit av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til: heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella við brævposti til: Heilsutrygd, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík


Umsóknin skal vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. juli 2026.

Um Heilsutrygd:
Heilsutrygd er almenn heilsutrygdarskipan, ið hin 1. januar 2010 avloysti gomlu skipanina við 11 sjúkrakassum kring landið. Harumframt umsitur stovnurin ein part av hjálparráðum, Heilsutænastur í nærumhvørvinum, Gigni og Økisheilsuskipanina.

Aftur
Lærlingar til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
25. jun 2026
Stuðuls­fólk til 20 ára gamlan mann
Umsóknarfreist:
8. jul 2026
Fiskarøktari til smoltstøð­ina á Viðareið…
Umsóknarfreist:
30. jun 2026
Húsasmiðir
Umsóknarfreist:
29. jun 2026
Bussførari til landleiðina
Umsóknarfreist:
2. jul 2026
Reingerðar­fólk til Miðnám á Kambsdali
Umsóknarfreist:
8. jul 2026
Gigni søkir heilsu­frøð­ingar/­sjúkrarøktar…
Umsóknarfreist:
29. jun 2026
Kokkalærlingur
Umsóknarfreist:
28. jun 2026
Tænaralærlingur
Umsóknarfreist:
28. jun 2026
Framleiðslu- og goymslu­fólk
Umsóknarfreist:
3. jul 2026