Lýsing

Heilsurøktarar og heilsuhjálparar til Heimið við Vágna

Vilt tú vera við til at arbeiða við menning og broytingum fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Heiminum við Vágna, so er tað tær vit sóknast eftir!

Vit sóknast eftir

  • Heilsurøktarum at byrja 1. september 2018, ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri setanarbrøki frá 0,5 til 0,8 ella hægri/lægri
  • Heilsuhjálparum at byrja 1. september 2018, ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri setanarbrøki frá 0,4 til 0,65 ella hægri/lægri

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Á Heiminum við Vágna eru 24 pláss, skipað í tríggjar eindir. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á 2 eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind, har málið er at stuðla undir eitt so virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt í egnum heimi - hóast førleikatarn.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Heiminum við Vágna tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari
  • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
  • Áhugi og royndir innan demens kann vera ein fyrimunur
  • Góð samstarvsevni

Vit kunnu bjóða

  • Fakligar avbjóðingar
  • Spennandi og sjálvstøðug størv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelagið.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara, á tel. +298 793440.

Umsókn, við avriti av prógvi v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mikudagin 15. august 2018.

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024