Lýsing

Sjúkrarøktarfrøðingur til VEKS Vestur

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi í starvsbrøki 0,8 at seta skjótast gjørligt.

Starvsbrøkur kann broytast eftir avtalu við leiðaran.

Starvið er í blandaðum vaktum og í miðal 3. hvørt vikuskifti.

Góðir møguleikar eru fyri fakligari menning, bæðium einstaklingur og saman við dugnaligum starvsfelagum.

Starvsstaðið er út frá Heiminum á Grønanesi í Vestmanna.

Førleikar 

  • Útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Jaligan og innovativan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og konstruktivum samstarvi við leiðarar,  aðrar fakbólkar og einstaka borgaran.
  • Lætt við at samskifta, bæði í bólki og við hvønn einstakan.
  • Hug til at halda teg dagførdan viðvíkjandi øllum innan- og uttanhýsis viðurskiftum, sum hava ávirkan á dagliga starvið.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.

Vit kunnu bjóða

  • Dynamiskt og fjølbroytt starv
  • Dugnaligar starvsfelagar
  • Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • Skipaða innleiðslu

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað tilsini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF g Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59 
FO-350 Vestmanna

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27. juli 2018.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Miu Pedersen, leiðara, á tlf. 793231.

· · · · ·

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo

Aftur
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024