Lýsing

Hjálparfólk til Ungdómshúsið Pakkhús 4 á Tvøroyri

Tvøroyrar kommuna søkir eftir hjálparfólkið til starv í ungdómshúsinum Pakkhús 4. Talan er um fast starv.

Um starvið
Ungdómshúsið er eitt frítíðartilboð hjá Tvøroyrar Kommunu. Pakkhús 4 er opið mánadag, týsdag og tórsdag frá 14.00 – 18.00 og 19.00 – 23.00. Í tíðini frá 14.00 – 18.00 eru tað ung frá 3. flokki til 7. flokk og um kvøldið eru tað tey eldru frá 7. flokki upp til 18 ár.

Hvør eru vit:
Pakkhús 4 er staðið har børn og ung koma av áhuga. Her sleppa tey at taka ábyrgd og vera ein aktivur partur av virkseminum. Í hugnaligum umhvørvi hittast tey til prát, spøl, kunnu keypa sær okkurt gott at eta, slappa av og bara vera.

Tey fáa møguleika at takast við ymiskt handaligt, tónlistarligt, luttaka í skeiðvirksemi, verkætlanum o.s.fr.

Vit sóknast eftir fólkið, sum:

  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og taka initiativ
  • Duga at samstarva, taka ábyrgd og verða fyrikomandi
  • Verða við til at skapa eitt hugnaligt umhvørvi
  • Verða jaligur og duga at samskipa ymisk tiltøk
  • Gera ymiskt handaligt við teimum ungu
  • Hava góðar eginleikar at samskifta
  • Møta teimum ungu har tey eru
  • Duga at lofta teirra hugskotum og seta tey í verk

Gerandisdagur í Pakkhús 4

  • Taka væl ímóti børnum og ungum tá ungdómshúsið letur upp
  • Skapa karmar og relatiónir í gera at tey ungu og børnini føla seg væl
  • Práta, spæla og stimbra brúkarnir í at nýta sítt hugflog
  • Seta í gongd og stuðla undir á kreativa økinum
  • Gera eitt lætt ábit har tey ungu og børnini hjálpa til

Løn og setanartreytir:
Arbeiðið í Pakkhús 4 er ásett til 24 tímar um vikuna, og er lønt eftir sáttmála millum Kommunala. Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Starvið verður sett við skúlabyrjan í august 2018. 

Umsókn saman við CV skal sendast til:

Tvøroyrar Kommunu
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri

Ella á t-post: bn@tvoroyri.fo.

Og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10. august 2018, kl 12.00.
Eru spurningar eru tit vælkomin at ringja til leiðaran í Pakkhús 4, Pól Arna Holm, á telefon 28 18 85.

Aftur
Skrivstovu­fólk til fyrisitingina
Umsóknarfreist:
2. mai 2019
Lærarastørv á Kambsdali
Umsóknarfreist:
26. apr 2019
Sjúkrarøktar­frøð­ingur í farloyvisstarv t…
Umsóknarfreist:
24. apr 2019
Sjúkrarøktar­frøð­ingur í farloyvisstarv t…
Umsóknarfreist:
24. apr 2019
Starvs­fólk til umsjónina hjá Hvannasunds…
Umsóknarfreist:
25. apr 2019
MS Dynamics NAV/­365 ráðgevi
Umsóknarfreist:
30. apr 2019
Avloysari til deildina Mentan
Umsóknarfreist:
29. apr 2019
Deildarleiðari til deildina Aktuelt
Umsóknarfreist:
29. apr 2019
Tekniskur leiðari
Umsóknarfreist:
26. apr 2019
Summar­feriuavloysarar til Almanna­verkið
Umsóknarfreist:
31. mai 2019