Lýsing
Aftur

2 fysioterapeutar (farloyvisstørv) til VEKS

Søkt verður eftir 2 fysioterapeutum at seta skjótast gjørligt og fram til ávíkavist 1. apríl og 1. juli 2019.

Starvsbrøkur eftir nærri avtalu.

Tú verður partur av einum terapeutiskum starvstoymi við 4 starvsfólkum - 2 fysioterapeutar og 2 ergoterapeutar.

Førleikakrøv

  • Útbúgving og góðkenning sum fysioterapeutur.
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.

Arbeiðsuppgávur

  • Skipa og útinna fyribyrgjandi venjingar, endurvenjingar v.m. bæði í bólkum og hjá tí einstaka borgaranum.
  • Samstarva við m.a. visitator innan terapeutiska partin í samband við visitering, heimavitjanir v.m., og annars stuðla starvsfólkahópinum í sínum dagliga arbeiði.

Vit kunnu bjóða

  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á, og verða partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.
  • Dugnaligar starvsfelagar.
  • Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.

Setanarstað og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarefelagið og Fysioterapeutfelagið.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (cv), viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo  

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
350 Vestmanna 

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. august 2018.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til

Niels A. Joensen, tlf. 260552 ella teldupost nielsj@veks.fo

· · · · ·

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara veks.fo