Lýsing

Námsráðgevar til fólkaskúlan

Ynskir tú at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og hevur gott innlit í viðkomandi lærugreina- ella læriøki, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi.

Málið er at byggja upp eina ráðgevaskipan við atliti at fjølbroytta virksemi og endamálsorðing fólkaskúlans. Ráðgevin verður tí eisini partur av tvørgreinaligum samstarvi. Í fyrsta lagi verður søkt eftir fýra námsráðgevum í ávikavist:

  • føroyskum og lesimenning
  • náttúruvísindaligum lærugreinum – í fyrstu atløgu støddfrøði
  • handaverki og list
  • fremmandamálum

Um starvið
Ráðgevin skal fylgja við í tí, sum hendir innan lærugreinaøkið, og skal sum part av hesum kunna seg um námsætlanir, námfrøðiliga gransking og fakligu avbjóðingarnar og menningina, sum eru á fólkaskúlaøkinum í londunum kring okkum, serliga í Norðurlondum.

Ráðgevin skal virka fyri at menna  námsætlanina og gera tilmæli til Mentamálaráðið um dagføringar. Hann skal samskifta við skúlar og kunna svara námsfrøðiligum og fakligum spurningum við atliti at námsætlanini, tilfari og undirvísingarligum spurningum.

Ráðgevin skal ráðgeva um próvtøkur fólkaskúlans og landsroyndir, herundir ráðgeva uppgávunevndum.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum umframt serligar førleikar og royndir í viðkomandi lærugreina- ella læriøkjum. Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru, at viðkomandi skal hava:

  • áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
  • góð samstarvsevni og vera fyrikomandi
  • góðar samskiftisførleikar
  • góðan málførleika, serliga í føroyskum

Setanarviðurskifti
Ráðgevin verður knýttur at Námi, men skal frammanundan eisini vera í starvi sum fólkaskúlalærari í einum fólkaskúla. Ráðgevastarvið telur 720 árstímar skúlaárið 2018/2019, og fær ráðgevin samsvarandi niðurskurð í lærarayrkinum.

Ráðgevin verður løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Talan er um eina royndarskipan, har setanartíðin er trý skúlaár frá 1. september 2018, og kunnu broytingar ávegis verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og aðrari viðkomandi útbúgving skal vera Námi í hendi í seinasta lagi 19. august 2018.

Umsóknin skal sendast til:

Nám
Hoyvíksvegur 72
FO 100 Tórshavn

ella við t-posti á eydun@nam.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Eyðun Gaard, stjóra, tlf. 555150.

Aftur
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024