Lýsing

Námsfrøðingur til Barnahúsið IMBA

IMBA søkir eftir einum námsfrøðingi, men søkir eingin námsfrøðingur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

Barnahúsið IMBA  lat upp 1. apríl 2012.

Í Barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, barnagarði, forskúla og frítíðarskúla.

Vit kunnu bjóða tær:
Eitt starv á 30 tíma viku, frá 01.09.2018 til 12.07.2019

Vit sóknast eftir einum námsfrøðingi, sum:

  • Hevur mildleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
  • Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir.
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
  • Er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi og nærlagt.
  • Sær møguleikar fram um forðingar.
     

Vit kunnu bjóða:

  • Ein nýggjan stovn við góðum innandura møguleikum til spæl, hugna, aktivitetir og ítriv.
  • Ein stovn við góðum  uttandura spæliplássi,  har vit hava súkkluøki, reiggir, sandkassar, skreiðibanar, kurvabólt,  ymiskt at klatra í, og eisini hava vit haga og á inni á økinum.
  • Ein stovn, ið liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA.

Tann, ið settur verður, er fyribils til barnagarðsstovuna, men skal  kunna  starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin hevur  tørv á tí, má starvsfólkið flyta ímillum stovurnar ella á aðra stovu, um broyting kemur í.

Umsókn við prógvi, og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin  28. august 2018, kl. 12:00.

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran á tlf. 735891.

Umsóknin skal sendast til: Barnahúsið IMBA, Fossávegur 23, 730 Norðdepil.

Ella t-post: barn@hvannasund.fo

Aftur
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Húsasmiður
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betr…
Umsóknarfreist:
15. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024