Lýsing

Formaður til Hundsarabotn

Formaður til Hundsarabotn
Landsverk søkir  formann til at fyriskipa og samskipa dagliga arbeiðið í Hundsarabotni, sum umfatar grótbrot, skerv- og asfaltverk.

Arbeiðsuppgávur
Tú hevur ábyrgdina av øllum virkseminum í Hundsarabotni og luttekur eisini í dagliga rakstrinum. Somuleiðis hevur tú ábyrgdina av umsitingarligum uppgávum.

Førleikakrøv
Virksemið fer fram við nútímans útgerð, og er tað tí eitt krav, at tú megnar at seta teg inn í og arbeiða við nýggjari tøkni. Vit ímynda okkum, at tú ert útbúgvin maskinsmiður, maskinmeistari ella líknandi.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er tað umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur.

Umsitingarligu uppgávurnar krevja, at tú hevur góðan telduførleika. Hetta merkir, at tú skalt hava kunnleika til teldupost, tekstviðgerð og rokniark.

Leiðsluroyndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Sum persónur ert tú samstarvandi, væl skipaður og dugir væl at finna loysnir. Tú dugir væl við fólki, og tær dámar at ganga á odda, tá arbeiðið skal leggjast til rættis og útinnast. Eisini er umráðandi at tú hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga.

Tað er ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi felag. Arbeiðsstaðurin er í Hundsarabotni. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði.

Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. august 2018.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Heðin Poulsen, deildarleiðara á tlf  290 741 ella umvegis teldupost hepo@lv.fo

· · · · ·

Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi. Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024