Lýsing

Rør, blikksmiðir og arbeiðsfólk til Demich

Ert tú rør- og blikksmiður, ella hevur tú royndir innan HVS arbeiði? So er møguleiki at gerast partur av Føroya fremsta virki innan grøna orku.

Hjá Demich stremba vit eftir at hvessa okkum vitið, og vit fylgja støðugt við menningini. Vit hava seinastu árini lagt okkum á odda innan grøna orkuøkið, og hava uppbygt nógvar og góðar royndir. Tað veri seg við hitapumpum, sum taka orkuna úr jørðini, luftini og sjógvi, umframt ventilatiónshitapumpum, har vit meta, at stórir vakstrarmøguleikar verða komandi árini.

Demich er ein út við 60 ára gomul fyritøka. Vit hava nógv góð starvsfólk, og komandi árini fáa vit brúk fyri enn fleiri. Vit eru eitt gott og trygt arbeiðspláss við skipaðum arbeiðsumstøðum fyri øll starvsfólk. Útgerðin og maskinurnar hjá Demich eru dagførdar og tíðarhóskandi við nýggjastu tøknini.

Vit bjóða fleiri áhugaverd og spennandi størv við nógvum avbjóðingum, har vit raðfesta tænastu, góðsku og gott handverk í tí, vit gera.

Um teg
Tú ert útbúgvin rør- og blikksmiður, ella hevur líknandi útbúgving og royndir innan vanligt HVS arbeiði. Tú kemur at arbeiða við okkara verkætlanum ymsa staðni í Føroyum. Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Vit vænta, at tú ert nærlagdur og ágrýtin, setir kundatænastu og gott handverk í fremstu røð.

Hevur tú spurningar um størvini, ert tú vælkomin at venda tær til Torbjørn Hansen á torbjorn@demich.fo ella á tel. 350 300.

Tú ert eisini vælkomin at senda okkum eini boð á Facebook ella støkka inn á gólvið hjá Demich, Stiðjagøta 2.

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024