Lýsing

Søkt verður eftir Sjúkrarøktarfrøðingum og Heilsurøktarum

Spennandi størv, í nýggjum umhvørvi og við nýggjum bygnaði

Starvskarmar- og innihald
Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering. Uppgávan er, at gera eitt fakligt arbeiði, við tí endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgaranum á øllum lívsins stigum. Tryggja at fakliga støðið er dygt og livir upp til ásetinganar í lógini og normar á fakøkinum.

Starvsfólkini eru við í einstøkum- og tvørfakligum samansettum arbeiðsgongdum, sum hava viðgerð, venjing, endurvenjing og endurmenning sum stimbrar og skulu arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi í gerandisvirkinum.

Menna fakligu dygdina, við at hugsa (reflektera) um sjúkrarøkt, rehabiliteringina, røkt og viðgerð, sum varð givin og eftirmeta,”við javnt og samt” at eygleiða og meta um borgarans støðu. Meta um, hvørt røktarfakliga avrikið eru nóg góð.

Hvør starvsbólkar sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

 

Søkt verður eftir:
Rehabiliteringdeildin:

Rehabilitering, umlætting og palliatión

Einum sjúkrarrøktrfrøðingi á brøk 0,8 at byrja 1 oktobur 2018, ella eftir nærri avtalu.
Eftir einum heilsurøktarar á brøk 0,8 í tíðaravmarkað starv frá 1 oktober 2018 til 1 septemer 2019.
 

Uppistova, eldraheim:
Einum heilsurøktara á brøk 0,8 at byrja 1 oktobur 2018, ella eftir nærri avtalu.
Einum sjúkrarøktarfrøðingi á brøk 0,8 í tíðaravmakað starv frá 1 oktobur 2018 til 1 maj 2019.
 

Miðstovu, Eldra- og demensheim:
Einum sjúkrarøktarfrøðingum á brøk 0,8 at byrja 1 oktobur 2018, ella eftir nærri avtalu.
Einum heilsurøktara á brøki 0,8 at byrja 1 oktobur 2018, ella eftir nærri avtalu.
 

Førleikakrøv
Hevur prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Hevur prógv og autorisatión sum heilsurøktari.
Skal vera málrættað/ur og skipað/ur í síni tilgongd til arbeiðið og megna at geva sítt uppbyggjandi íkast til eina broytingartilgongd, sum nýggja Heimatænastan í løtuni er í
Skal duga og tíma at arbeiða í tvørfakligum rehabiliterandi toymi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
Skal hava evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
Verða empatiskur í sínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.
 

Vit bjóða
Eitt spennandi starv við stórum fakligum avbjóðingum í nýggjum umhvørvi og við nýggjum bygnaði
 

Setanarviðurskifti
Størvini eru í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

 

Upplýsingar um størvini
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til fyrisitingina, á tlf. 793200, ella skriva til htv@htv.fo

 

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressuna: htv@htv.fo

Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 16 septembur 2018.

Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa størvini leyst av nýggjum.

Aftur
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Pomek søkir eftir maskinsmiðju lærlingum
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024