Lýsing

Námsfrøðingur til Barnagarðin í Gerðinum

Í sambandi við at barnatalið er hækkað á stovninum, verður søkt eftir námsfrøðingi frá 1. oktober 2018 at arbeiða 20-25 tímar um vikuna. Arbeiðið er fyribils inntil 1. juli 2019.

Um okkum
Um 40 børn ganga á stovninum, har vit hava eina stovu til vøggustovubørnini og tvær stovur til barnagarðsbørnini. Vit hava eisini møguleika at taka í móti frítíðarskúla-børnum. Vit hava stórt spælipláss rundan um, og stuttan veg til náttúruna. Áir, haga, vøtn, djóralív o.s.v. Harafturat hevur Skopunar kommuna eisini ein lítlan buss, sum vit kunnu brúka til túrar burtur úr bygdini. 

Starvsfólkabólkurin er samansettur av námsfrøðingum og royndum og nýggjari hjálparfólkum, og roynt verður alla tíðina, við t.d. skeiðum og ráðleggingardøgum at menna starvsfólkini.

Um tú heldur, at hetta er nakað fyri teg, so send okkum eina umsókn. Eru ivamál ella spurningar, ert tú meira enn vælkomin at seta teg í samband við okkkum á tel. 216202 ella við at senda skriv til teldupostadressuna.

 

Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eru skipað sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, kann hjálparfólk verða fyribils sett.

Skrivlig umsókn við prógvi, viðmæli og upplýsningum um møguligar royndir, verður at senda til:

Barnagarðurin í Gerðinum
Tunguvegur 10
240  Skopun
T-postur: gerdinum1@gmail.com

 

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 21. august 2018 kl. 12.00.

Aftur
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024