Lýsing

Starvsfólkaleiðari til Atlantic Airways

Kundi tú hugsað tær, at staðið á odda fyri starvsfólkaøkinum í føroyska flogfelagnum?

So er tað kanska tær, vit leita eftir, tí Atlantic Airways skal hava nýggjan starvsfólkaleiðara.

Sum starvsfólkaleiðari fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv.

Vit vænta, at tú dugir at arbeiða yvirskipað og at samstarva við nógvar ymiskar starvsbólkar. Hjá Atlantic Airways hava leiðararnir dagligu starvsfólkaábyrgdina, og tú skalt kunna veita ráðgeving innan HR og leiðslu, umframt at tryggja vælvirkandi fyrisitingarligar mannagongdir og skipanir. Starvsfólkaleiðarin vísir til leiðsluna.

Starvið
Høvuðsuppgávurnar eru hesar:
·       Leiða og menna HR-økið
·       Stuðla og ráðgeva í sáttmála- og starvsfólkaviðurskiftum
·       Umsita og avgreiða starvsfólkasáttmálar
·       Arbeiða við politikkum og mannagongdum á starvsfólkaøkinum
·       Menna og stimbra starvsfólkini í felagnum at røkka okkara málum
·       Verða við til at skapa trivnað og arbeiðsnøgdsemi

Tín vangamynd 
·       Tú hevur viðkomandi útbúgving, førleikar og royndir við fyrisitingarligum uppgávum
·       Tú hevur vitan um lógir og reglur á starvsfólkaøkinum, umframt innlit í sáttmálaviðurskifti
·       Tú dugir at halda høvdið kalt undir trýsti og at luttaka í avgerðargongdum og at finna loysnir
·       Tú ert forvirkin (proaktiv/ur), tænastusinnað/ur og tilvitað/ur um týdningin av halda tíðarfreistir og avtalur
·       Tú ert jalig/ur, fleksibul, væl skipað/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
·       Tú hevur góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt í skrift og talu.

Vit bjóða
Eitt áhugavert og fjølbroytt starv í eini dynamiskari fyritøku í støðugari menning, har nógv hendir, og ferðin ofta er høg. Starvið inniber spennandi, fakligar avbjóðingar, har tú fert at standa á odda fyri at stimbra og menna starvsfólkaøkið í Atlantic Airways tvørturum allar deildir í felagnum. Tú fært møguleika at seta tíni fingramerki á starvsfólkaøkið. 

Løn- og setanartreytir 
Løn og treytir eru sambært avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara í Vága Floghavn.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við teldupost til georg@atlantic.fo í seinasta lagi: mánadagin 22. oktober 2018 kl. 12.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita? Set teg í samband við Georg Suðurgarð, Director Human Resources á tlf. +298 211728 ella við telduposti á georg@atlantic.fo

Um okkum
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað og tænastusinnað starvsfólk í nógvum ymsum starvsbólkum. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini, og eina framúr góða tænastu. 

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024